Tað hevur havt sína ávirkan, at revsingin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan ein koyrir bil, er herd.
Tað kann staðfestast, nú tað eru sjey mánaðir síðani, at revsingin varð herd.
Revsingin var ein bót upp á 1.000 krónur, men bæði løgregla og Ráðið Fyri Ferðslutrygd hava, í fleiri ár, talað fyri at revsingin skuldi herðast so at hon var sum í Danmark.
– Vit vænta at hetta fer at fáa fleiri at leggia telefonina ímeðan tey koyra bil og tað kann fyribyrgja ferðsluvanlukkum, hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd ført fram.
Í Danmark er revsingin ein bót upp á 1.500 krónur og eitt klipp í koyrikortið.
Og síðst í mai í fjør vórðu reglurnar í Føroyum broyttar soleiðis at revsingin er tann sama sum í Danmark.
Samstundis er forboðið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan ein koyrir, víðkað til at umfata alla elektroniska samskiftirútgerð, bæði teldur, teldlar, og eisini snildur.
Talið er nógv minkað
Tað fyrstu tíðina eftir at revsingin varð herd, sást einki til, at tað hevði gjørt nakran sum helst mun, tí tað vórðu akkurát líka nógv tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon, sum áðrenn revsingin varð herd.
Ein orsøk kann vera, at fólk ikki høvdu fingið tað við, at revsingin var herd.
– Tað var vanligt at vit tóku bilførarar fyri at tosa í fartelefon undir koyring, og sum vórðu tiknir á bóli, tá ið teir fingu at vita, at tað kostaði 1.500 krónur í bót, og eitt klipp í koyrikortið, tí tað vistu teir ikki av, sigur Karl Leonsson, løgreglumaður.
Men sum tíðin er fráliðin, er tað týðiligt, at tað hevur havt sína ávirkan. Nú løgreglan hevur gjørt árið í fjør upp, vísir tað seg, at talið á bilførarum, sum verða tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu, er munandi fallið.
Sum tað sæst á talvuni, verða heilt nógvir bilførarar tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon undir koyring, og í 2022 fór tað uppi á heili 418 bilførarum.
Men í fjør er talið minkað munandi, tí í fjør vórðu 155 bilførarar tiknir.
Tvær orsøkir til minkingina
Karl Leonsson sigur, at tað er einki at ivast í, at tað hevur bøtt um støðuna, at revsingin varð herd.
Men hann tekur eisini í egnan barm og sigur tað er eisini ein onnur orsøk til minkingina.
– Í fjør hava vit ikki havt umstøður til at gera líka nógv burtur úr at kanna ferðsluna, sum vit plagdu, sigur hann.
Hann sigur, at tað er helst eisini ein orsøk til at talið er minkað - men tað forklárar ikki alla minkingina.
– Tað er uttan iva ein samanrenning av báðum, sigur Karl Leonsson.
Hann sigur, at tað eru framvegis bilførarar, sum ikki hava uppdagað, at revsingin er herd. Tað fær løgreglan framvegis at vita tá ið tey steðga bilum.
– Men trupulleikin er ikki av, ásannar hann. Hann sigur, at tað er javnan, at løgreglan tekur bilførarar fyri at brúka hondhildna fartelefon undir koyring.
Vónar at tað fer at muna av álvara
Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri á Ráðnum Fyri Ferðslutrygd sigur, at enn er tað so stutt síðani, at revsingin varð herd og hon vónar at tað fer at muna av álvara so hvørt, sum tíðin líður.
– Vit vóru rættiliga fegin, tá ið revsingin varð herd, sigur hon. Hon sigur, at teirra fatan var, at fólk løgdu ikki serliga nógv í um tey fingu eina bót upp á 1.000 krónur.
– Enn er ikki so long tíð farin, so vit vóna at tað broytist upp aftur meiri, nú revsingin er herd, sigur stjórin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hon sigur í Danmark eru royndirnar í hvussu so er, at tá ið revsingin varð herd, hjálpti tað munandi upp á støðuna, og sum frá líður vónar hon, at tað sama fer at henda hjá okkum.