Ongi úrslit

Tað gongur strálandi

Aftur hetta vikuskiftið vóru fleiri liðdystir á skrá.

Badmintonsamband Føroyar
7 tímar síðan

Tað gongur strálandi hjá føroysku badmintonlandsliðsleikarunum, sum búgva í Danmark.

Aftur hetta vikuskiftið vóru fleiri liðdystir á skrá.

KBK 2 vann 13-0. Miriam í Grótinum vinnur báðar sínar dystir. Gott at vinna so stórt, so tað verður lættari, tá ið liðdystirnir um uppflyting skulu spælast.

KBK 3 vinnur 9-4. Ein sera týdningarmikil dystur, sum tey vunnu móti teimum, sum lógu nummar tvey undan dystinum.

Árant á Mýrini vinnur sín dyst í einmansleiki, men tapir tíverri akkurát dystin í tvímansleiki.

Undan liðsystinum lá KBK3 nummar trý, og aftaná at hava vunnið hetta vikuskiftið liggja tey nummar 2.

KBK 4 vinnur 12-1 har Jónas vinnur báðar sínar dystir.

Eisini hjá Jónasi og liðnum er hetta ein týdningarmikil dystur at vinna stórt, fyri at halda fast í 1. plássinum og fyri uppflyting.

Rúni Øster skal spæla 16. december við 1. liðnum. Hetta er fyrstu ferð, at hann skal spæla við teimum.

1. liðið liggur beint nú á einum 3. plássi fyri 5 dystir, tvey stig aftanfyri nummar 1, sum hevur spælt 6 dystir. So spennandi verður at fylgja við 16. december.

Magnus Dal-Christiansen spældi ikki, tí hann hevur skift felag, og spælir nú við BC37 Amager. Av tí, at hann hevur skift felag, so hevur hann fingið leikbann til 3 liðdystir.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24