הסברה
Ymiskar viðmerkingar til grein eftir Súsannu Jógvansdóttir Golan (Misskilti syndabukkurin: Hví zionisma ikki skal samanberast við nazismu og islamismu, in.fo, 21. sept. 2025) Leinkja, sum aftur viðmerkir eina grein hjá Sigri Gaini (Lesarabræv á Altinget.dk 10. sept. 2025, endurútgivið á in.fo 15. sept. 2025). Leinkja
Hasbara
Zionistanir brúka eitt hebraiskt orð - הסברה – sum beinleiðis merkir “at greiða frá”.
הסברה – úttala hasbara – er eitt nógv brúkt orð, í negativari merking, millum tey sum kritisera zionismuna.
Í einum fimtagenerasjóns kríggið, sum kríggið Ísrael førir nú í 2025, er informasjóns-parturin ein sera týdningarmikil partur av krígnum. Tað er ikki nok at brúka fysisk vápn. Um Ísrael skal kunna føra eitt kríggj, er landið fullkomuliga avhangugt av stuðli frá vesturheiminum, primert USA.
Tað er tí neyðugt at stýra umheims fatanin av hvat ið gongur fyri seg, til egnan fyrimun, og sammstundis ræður um at fora mótstandarunum at forklára teirra søgu – t.d við at avlíva tíðindafólk – og annars at “forklára” so effektivt hvussu ein ynskir kríggið skal skiljast.
Hettar -הסברה - hevur altíð verið ein av sterkastu miðlunum hjá Ísrael
Tá eg læs lesarabrævið hjá Golan, sá eg tað sum eitt langt הסברה. Eg síggi tað ikki sum ein verðuligan kritik av tí hon sigur seg kritisera, altso greinina hjá Sigri Gaïni. Golan nemur við ymiskt sum Gaïni skrivar, men kemur ikki í nærheitanina av at viðgera dýbdina og breiddina av tí sum Gaïni skrivar, í síni, eftir míni meining, framúr góðu grein.
Golan sigur so nógv, sum ikki kann standa ósvarað, at eg vil hava tað burtur av mær, men hettar er altso ikki ein partur av einari eventuellari diskussión millum Gaïni og Golan. Sum forklára omanfyri, haldi eg ikki tað vildi givi nakrað meining.
Eg taki nøkur brot úr tí Golan skrivar, og viðmerki.
Zionisma og sjálvsavgerðarrættur
*Golan: Zionisma merkir rætturin hjá jødum til sjálvsavgerðarrætt í egnum heimlandi.
Hetta heimlandið bleiv stovnað í 1948, tá ið staturin Ísrael bleiv stovnaður sum demokratiskur statur til jødiska fólkið, umframt ísraelskar/palestinskar arabarar, beduinar, druzar, kristin og onnur.
Zionisma í sær sjálvum, merkir ikki ekskludering av ikki-jødum í heimlandinum til jødar.*
…Felagsnevnarin er semja um, at jødar hava rætt og tørv á sjálvsavgerðarrætti í egnum heimlandi.
Men hettar er beinleiðis tað øvugta av verðuleikanum. Tá “heimlandið” bleiv sett á stovn, bleiv nettupp tað fólkið sum búði har frammanundan ekskludera, fjerna .. burturbeint, av zionistiskum yvirgangsbólkum. Uml 750.000 fólk.
Tað fóru í høvuðsheitum tvey stór brotsverk fram, ein etnisk útreinsan og ein stuldur, altso tað ikki-jødiska fólkið bleiv rikið burtur og tey nýtilkomnu framdu ein umfatandi stuldur av privatum ognarlutum frá palestinum, alt frá bókum, møblum, pengum, viðrislutum o.l, umframt at tilflytarar settu seg á jørðina hjá teimum sum vóru rikin burtur og fluttu inn í hús teirra. Onkuntíð beinleiðis til dekkað borð, tí tey sum vóru rikin burtur høvdu ikki havt tíð at rudda upp eftir sær, ella at taka nakað við sær.
Hettar er søguligar hendingar og nógvir vitnisburðir eru um hesar hendingar, bæði frá teimum palestinum sum hettar gekk út yvir og av jødiskum tilflytarum, sum av samvisku ávum, noktaðu at flyta inn í hús hjá fólkum sum vóru rikin heimanfrá.
Sera nógv tilfar prógvar hettar, men eg leggi eina samrøðu við her [1].
Nakba og demografi
Hettar heimlandið bleiv ikki fult og heilt rudda fyri upprunafólk, men ein so mikið stórur partur av teimum blivu tvungin heimanfrá, ella myrd, at jødanir komu at sita eftir við demografiskum meiriluta. Hettar er altso ein tilgørd (manufactured) demografi.
Hettar kann lesast í dagbókini hjá Ben Gurion, at Ísrael kundi akseptera ein arabiskan minniluta uppá 15%, men ikki meir. Tá kríggið endaði, vóru uml 150.000 palestinar eftir, ella 15-20% av íbúgvunum.
Um eingin etnisk reinsan hevði verið farin fram og allir palestinar vóru verandi har teir vóru, saman við immigrasjónini fram til 1948, høvdu teir verið 51% av íbúgvunum.
النكبة
Hendan etniska útreinsanin sum fór fram, eitur Nakba, á arabiskum النكبة og merkir Vanlukkan.
Hendan vanlukka fyri Palestina steðgaði ikki í 1948, men er ein áhaldandi prosess, sum enn gongur fyri seg í øllum Palestina, ikki bara í Gaza.
Frá 1 januar til 6 okt 2023 blivu áleið 200 palestinar dripnir av zionistunum, harav áleið 40 børn.
Og fleiri túsund vórðu gjørd heimleys, ella tvangsflutt í sama tíðarskeið [2][3].
Likud og einki Palestina
Ísraelski flokkurin, Likud, eigur núverandi premierministarin í Ísrael, Benjamin Netanyahu og hesin hevur verið p.m í samfull 18 ár.
Likud flokkurin hevur í síni upprunaligu stevniskrá standandi: “Between the Sea and Jordan there will only be Israeli sovereignty.”
Golan: Anti-zionisma merkir, at dagsins Ísrael ikki longur skal eksistera. Zionisma merkir ikki, at ein palestinskur statur ikki skal etablerast. Sostatt er anti-zionisma nógv ekstremari og smalari enn zionisma, og vildi, um útført í verki, verði katastrofal fyri ísraelar.
Vit síggja at hettar eisini er tað øvugta av verðuleikanum. Tað eru í verðuleikanum zionistanir, sum heilt ítøkiliga royna at fyribeina Palestina. Hettar er ikki nøkur loyna.
Júst nú, í dag meðan eg havi sitið og skriva hesar viðmerkingar, hava fleiri vesturlendsk lond alment boða frá, at tey fara at viðurkenna Palestina sum land. Netanyahu hevur longu svarað, at hettar fer ikki at henda [4]. “Vit – zionistanir – fara at syrgja fyri at tað verður einki Palestina.”
Dømi um búsetingar og hernaðarmentan
Eitt sera kent dømi kom fyri í 2021, har ein squattari (niðursetumaður) frá Brooklyn í USA setur seg í húsini hjá einaru familju í Eystur Jerusalem, sum var kroyst út heimanfrá. Konfronteraður av ungu palestinensisku kvinnuni Muna al-Kurd, fyri at hava stolið húsini hjá sær, svaraði Jacob .. “um eg ikki stjali tey, so fer onkur annar at stjala tey” [5].
Hettar minnir meg um filmin Schindler's List. Tað er ein hending har ein jødisk familja verður rikin heimanífrá og Schindler flytir beint inn í húsini hjá hesi familju og strekkir seg í songini hjá teimum, sum júst eru kroyst út heimanífrá.
Eg spyrji meg sjálvan, hvat er tað fyri mentan, sum ger fólk í stand til at uppføra seg uppá hendan mátan? Tá Nakba fór fram í 1948, vóru fólk sum av samvitsku ávum noktaðu at flyta inn í hús hjá arabiskum familjum sum vóru rikin heimanífrá. Tað finnast tílík fólk í Ísrael í dag eisini, men hesi kunnu teljast á fáum hondum.
Tað er púra vanligt í Ísrael, opinlýst at gera gjøldur burtur úr teimum ekstremu líðingum, fólk vera útsett fyri í Gaza.
[6]
Ísraelskir hermenn lata seg í undirklæði sum teir finna í húsum teir bróta seg inn í, filma tað, og senda hesi brot heim sum undirhald. Fleiri videobrot eru av ísraelskum hermonnum sum gera seg inn á leikutoy hjá børnum, í barnakømrum í Gaza. T.d heingja teir dukkur upp eftir hálsinum, filma tað og senda tað heim.
[7]
Fyri okkum sum fylgja við atburðinum hjá zionistunum, er ógjørligt at skula forklára burtur úr allari rúgvuni av tílíkum dømum, tí dømini eru alt alt ov rúgvismikil. Hettar er ein atburður sum er afturgangandi, sum vísur eina mentan ið kemur burturúr at vaksa upp og vera indoktrineraður í tí zionistisku skipanini.
Leiðslan í dag
Golan: Tað er ringt at fáa høvd og hala á, hvat fólk faktiskt siga, tá tey bera fram, at zionisman er høvuðstrupulleikin til stríðið.
Eg kann bara gita, at tá anti-Ísrael fjøldin gevur zionismuni skyldina fyri mest sum allar trupulleikar í langa stríðnum, at tey so meina við dagsins radikalu jødar, sum í ein vissan mun finnast á Vestara Áarbakka, og eisini nakrir í stjórnini.
Eg tosi bara fyri meg sjálvan, men tað skal ikki vera torført at fáa høvd og hala uppá, hvat eg meini um zionismuna.
Ovasta politiska og hernaðarliga leiðslan, og presidenturin, tað eru Benjamin Netanyahu, Yoav Gallant, Israel Katz og Isaac Herzog, eru antin eftirlýstir fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini, ella teir vera kannaðir fyri tað sama.
Handtøkuboð eru latin fyri Netayahu og Gallant fyri:
· Svøltan av sivilum sum krígsamboð.
· Við ráddum huga at áføra umfatandi skaðar og lýðingar
· Við ráddum huga at myrða
· Týning og/ella morð (sum brotsverk móti mannaættini)
· Atsókn (sum brotsverk móti mannaættini)
Hvat er so zionisman?
Zionisman er ein røsla í tíð og stað, og ikki bara eitt teoretiskt hugtak. Zionisman kann ikki skiljast frá tí sum zionistarnir gera. Zionisman tað sum zionistanir gera.
Um eg skuldi fari gjógnum alt sum Golan skrivar, blívur hettar eitt alt for umfatandi skriv og tað vildi heldur ikki tænt nøkrum endamáli. Ein zionistur fer at endurtaka sína “forkláring” sítt הסברה hasbara”, sum ein skøva pláta, óheft av hvussu nógv verður argumentera, hvussu nógv dokumentasjón verður løgd fram, hvussu nógv brotsverk vera framd av zionistum, hvussi fulkomuliga opinbart tað er, at zionisman er orsøkin til tað, sum vit eru vitni til í søguliga Palestina í dag, so er og verður zionisman í teirra eygum ein friðarrørðsla, sum er púra ósek. Ein zionistur blunkar ikki við at pástanda, at tann ísraelski herðurin er heimsins mest siðiligi (moralski) herður, samstundis sum at fremstu serfrøðingar, í hópatali, ein fyri og annar eftir, staðfesta at hesin fremur eitt fólkamorð, og at landsins leiðsla er eftirlýstir brotsmenn.
Til minnis um, og við samkenslu við øllum teimum sum hava verið og framvegis eru, offur fyri zionismuni.
Leinkjur
[1] ICAHD – Interview with Haim Bresheeth, founder of the Jewish Network for Palestine
https://icahd.org/2022/01/28/icahd-uk-interview-with-haim-bresheeth-founder-of-the-jewish-network-for-palestine/
[2] Human Rights Watch – While Fire Rages in Gaza, West Bank Smolders (News Release, 22 Nov 2023)
https://www.hrw.org/news/2023/11/22/while-fire-rages-gaza-west-bank-smolders
[3] UN OCHA – Over 4,000 Palestinians displaced in West Bank in 2023
https://www.unocha.org/publications/report/occupied-palestinian-territory/over-4000-palestinians-displaced-west-bank-2023
[4] The Times of Israel – Palestinian state ‘will not happen,’ Netanyahu vows, says Israel’s response forthcoming (21 Sept 2025)
https://www.timesofisrael.com/liveblog_entry/palestinian-state-will-not-happen-netanyahu-vows-says-israels-response-forthcoming/
[5] YouTube – Settler confrontation in Sheikh Jarrah
https://www.youtube.com/watch?v=t9q9PDBsDe8
[6] YouTube – Israeli soldiers mocking civilians in Gaza
https://www.youtube.com/watch?v=QihoBuGRVwU
[7] YouTube – Israeli soldiers with children’s toys in Gaza homes
https://www.youtube.com/watch?v=kRqxetQyt70