Tað er vorðið meir vanligt at pástanda, at líðingin í Gaza er vegna zionismu. Serliga innan seinastu tvey árini síðani kríggið byrjaði 7. oktober 2023. At rótin til langa Ísrael-Palestina stríðið er vegna zionismu. Og tí má zionisman niðurberjast.
Tá slíkar meiningar verða bornar fram, er tað sjáldan, at ein lýsing av zionismuni fylgir við. Og tað er enn og sjáldsamari at fyrihalda seg til, hvat so reella alternativið til zionismuna merkir. Vansin við at geva zionismuni skyldina í trupulleikum, sum eiga at lýsast og skiljast frá meir enn einum heiti er, at kjakið verður niðurbrótandi heldur enn upplýsandi, og hetta hevur eisini í síðsta enda veruligar fylgjur fyri tey, sum hava stríðið tætt upp at sær.
Hvat er so zionisma? Zionisma merkir rætturin hjá jødum til sjálvsavgerðarrætt í egnum heimlandi. Hetta heimlandið bleiv stovnað í 1948, tá ið staturin Ísrael bleiv stovnaður sum demokratiskur statur til jødiska fólkið, umframt ísraelskar/palestinskar arabarar, beduinar, druzar, kristin og onnur.
Zionisma í sær sjálvum merkir ikki eksludering av ikki-jødum í heimlandinum til jødar. Zionisman rúmar demokratisk, sekuler og religiøs sjónarmið. Sostatt er tað ikki meir enn natúrligt, at zionistar sjálvir finnast frá yts á vinstravonginum til yts á høgravonginum, og inniber bæði religøs og sekuler fólk, sum hava alskyns meiningar um politik, trygdarpolitk, demokratisk virðir, ódemokratisk virðir, ein statsloysn ella tvey-statsloysn.
Felagsnevnarin er semja um, at jødar hava rætt og tørv á sjálvsavgerðarrætti í egnum heimlandi, meðan felagsnevnari neyðturviliga ikki er um, hvussu ein slíkur statur annars skal skipast, tá hugsað verður um demokrati, inklusjón av minnilutum, trygdarpolitikk o.s.fr. Summir zionistar eru fundarmentalistar. Meirilutin eru ikki.
Anti-zionisma merkir, at dagsins Ísrael ikki longur skal eksistera. Zionisma merkir ikki, at ein palestinskur statur ikki skal etablerast. Sostatt er anti-zionisma nógv ekstremari og smalari enn zionisma, og vildi, um útført í verki, verði katastrofal fyri ísraelar.
Tað er ringt at fáa høvd og hala á, hvat fólk faktiskt siga, tá tey bera fram, at zionisman er høvuðstrupulleikin til stríðið, tí at tað er so óvanligt, at fólk fyrihalda seg til definitiónina av zionismu. Heldur verður zionisma brúkt sum eitt heiti ella felagsnevnari fyri aðrar trupulleikar, sum ein ikki ger sær ómak at lýsa.
Hetta er villeiðandi, dovið og snævurskygt. Eitt dømi uppá hetta verður borðið fram í lesarabrævi hjá Sigri Gaini, útgivið á Altinget.dk tann 10. september 2025, og síðani endurútgivið á In.fo tann 15. september 2025. Sigri Gaini er ikki tann einasta, sum ber hesi boð, men eg fari her at viðgera nøkur sjónamið, sum hon ber fram, tí tað tykist sum heild at hesi sjónarmið dominera holdningarnar hjá anti-Ísraels fjøldini í Føroyum.
Í høvuðsheitinum er boðskapurin í lesarabrævinum hjá Gaini, at orsøkin til ‘fólkamorðið’ og ‘etnisku útreinsanina’ í Gaza, er zionisman. Tað skal kritiserast. Og tí mugu vit skilja zionismuna frá jødadóminum, soleiðis at vit kunnu kritisera kríggið í Gaza uttan at leggja eftir jødadóminum. Júst sum vit noyðast at skilja islamismu frá islam.
Sostatt verður her líkheitstekn sett millum islamismu, sum er ein ekstremur formur av islam, við zionismu sum sambært definitiónini í sjálvum sær ikki vil siga ekstremisma. Og so gongur analysan víðari út uppá at skilja kríggið, ella fólkamorðið (hennara orð), út frá analysuni hjá Hannah Arendt um nazismuna.
Analysan er skeiv og villeiðandi. Eg skal her vísa á nøkur dømi:
1. Islam og islamisma kann ikki samanberast við jødadóm og zionismu. Islamisma er ein ekstremur formur fyri islam. Islamistar eru ekstremir muslimar. Zionsima merkir í sjálvum sær ikki ein ekstremur formur av jødadómi.
Harafturímóti er islamisma (A) altíð ekstrem (B), meðan zionisma (A) ikki altíð er B, men ofta C, D, E og so víðari.
Eg kann bara gita, at tá anti-Ísrael fjøldin gevur zionismuni skyldina fyri mest sum allar trupulleikar í langa stríðinum, at tey so meina við dagsins radikalu jødar, sum í ein vissan mun finnast á Vestara Áarbakka, og eisini nakrir í stjórnini.
Hetta ger tó ikki allar aðrar zionistar radikalar, tí zionisman er ikki í sær sjálvari radikal. Ikki uttan ein heldur, at rætturin hjá øllum fólkasløgum til at skipa seg sum eina tjóð er radikalt í sær sjálvum. Og tað ger so viðkomandi persón til anarkist, sum tey flestu ikki eru, sum brúka zionismuna sum syndabukk fyri flestu trupulleikarnar í stríðinum.
2. Sama er galdandi við at samanbera zionismu við nazismu, sum Gaini eisini ger. Her førka vit okkum inn á økið, sum verður kallað ‘Holocaust inversion’, sum merkir, at man av órøttum samanber Holocaust við ting, sum ikki eru Holocaust. Tað inniber eisini fortreytirnar fyri tí, sum gjørdi, at Holocaust hendi. Holocaust hendi vegna nazismuna, sum hevði til endamáls at útrudda jødarnar.
Zionisman vaks í 1800 talinum júst tí, at jødar vóru forfylgdir. Zionisman vaks ikki við einum endamáli at útrudda eitt annað fólk. Zionisman vaks sum reaktión uppá kúgan og forfylging. Tað gjørdi nazisman ikki. Holocaust hendi uttan, at jødar vóru ein verulig hóttan ímóti Týsklandi. Tað var bygt á eina anti-semitiska ideologi – nazismuna - við endamáli at útrudda jødar, tí 'rasan' var onki verd. Jødar vóru týndir og dripnir, tí teir vóru jødar. Og bara tí. Ikki tí, tað var eitt kríggj millum tveir partar.
Grundin til, at Ísrael er í kríggi í dag, er vegna 7. oktober - eftir ógvusligasta álop á jødar síðani Holocaust - framt av Hamas og Islamic Jihad, sum enn halda uppá 48 gíslar. Grundin til, at ikki fleiri vórðu týnd og dripin handan vemmiliga 7. oktober, er tí, at Ísrael nú hevði eina statsverju og ein her, sum jødarnir ikki høvdu undir Holocaust. Og vandi er fyri, at hetta hendir aftur og aftur, um Ísrael ikki verjir seg ímóti hesum.
Tað finnast legitimar, edrúar krígsstrategiskar meiningar um, at kríggið er farið ov langt, sjálvt um Hamas, serliga við tunnilsstrukturinum í Gaza, enn er ein hóttan. Og tað er eitt legitimt kjak um, í hvønn mun Ísrael fer rætt fram ella ikki í øllum moralskum og strategiskum tvístøðum, sum fylgja við einum kríggi. Tað finst ikki eitt kríggj uttan moralskar tvístøður og við órættvísum konsekvensum fyri tey, sum eru óskyldig.
Onki av hesum ger tó zionismu til nazismu. Slík samanbering fer púra av sporinum, er intellektuelt dovin og villeiðir bæði í sambandi við at skilja orsøkir til Holocaust og eisini orsøkir til hetta kríggið.
3. Kríggið ella ‘fólkamorðið’ sum anti-Ísraelsfjøldin hevur kallað hetta kríggið síðani oktober 2023, byggir á zionismu, sambært Gaini. Við øðrum orðum, kríggið byggir uppá sjálvsavgerðarrættin hjá jødum til eitt heimland, sum inniber ella ikki inniber alskyns politisk sjónarmið um, hvussu eitt land skal skipast ella ikki. Hvat merkir hetta? Eg veit ikki, og eg haldi ikki, at hatta gevur nakra meining.
Út frá nýggjheitum og samrøðum við herfólk, krígsserfrøðingar og onnur sum úttala seg meir strategiskt og taktiskt um kríggið, bæði yvirskipað og viðvíkjandi dagligum missiónum undir ella yvir jørð í Gaza, so havi eg ikki fingið ta fatan, at tað er zionisman, sum ger, at tey eru við í krígnum.
Heldur eru tað trygdarargument sum at berja Hamas niður, soleiðis at Hamas ikki er ein hóttan longur fyri ísraelar, og at fáa gíslarnar heim – um ikki við beinleiðis at finna teir og taka teir heim, so við at vikna Hamas so mikið nógv, at teir mugu lata teir leysar í samráðingum.
Ein kann hava eina meining um, hvørt strategiirnar at niðurberja Hamas eru rættar ella ikki, men tað hevur sum so onki at gera við, um tað er zionisman, sum er høvuðsorsøkin til, at ísraelar luttaka í krígnum. Eg haldi, at tað er torført at fáa zionismu at geva meining sum høvuðsorsøk í hesum argumentinum, tá tað ikki tykist at vera dagliga ítøkiliga drívmegin, sum motiverar herfólk at halda fram.
Er føroyska tjóðskaparkenslan orsøk til, at vit eru farin at taka trygdarhóttanir í Norðuratlanshavinum í meir álvara? Kanska hendan tjóðskaparkenslan ikki er púra órelevant, men er tað rætt at síggja hana sum høvuðsorsøk í hesum?
4. Síðani kemur Gaini inn á analysuna við Hannah Arendt. Lat meg diskleyma, at eg havi sjálv ikki studerað bókina ‘Banality of Evil’, men eg fyrihaldi meg bara til, hvat Gaini skrivar um ‘Banality of Evil’ og ‘logicality’. Gaini skrivar:
‘’Ideerne bag folkemordet og den etniske udrensning bygger på zionismen, og de grusomme handlinger, der bliver begået af den israelske hær, kan ses i lyset af, hvad den tysk-jødiske politiske tænker Hannah Arendt (1906-1975) beskrev som et fænomen, hun kaldte logicality.’’
‘’Arendt understregede, at når man styres af totalitære ideer, følger der 'logiske' handlinger af ideerne.
Disse 'logiske' handlinger kan blandt andet være at eliminere et folk, der ifølge den totalitære ide er 'overflødigt' eller 'forstyrrer' det totalitære mål.
Hvad vi har set udspille sig i Palæstina i snart to år, er et klasseeksempel på Arendts beskrivelser af totalitære ideologier og deres 'logiske' følger.
Arendt beskrev nazismen og kommunismen som sin tids totalitære politiske ideologier, men hun advarede om, at efter nazismen var bekæmpet og kommunismen var faldet, ville der stadig findes totalitære tendenser i vores samfund’’.
Tað vil siga, at nú nazisman og kommunisman er fallin, so hava vit aðrar totaliterar tendensir í samfelagnum, og tað er her, at talan er um zionismu. Logikkurin av einum slíkum totaliterium tendensi sum zionismu merkir í síðsta enda ‘fólkamorð’ sambært Gaini.
Eitt er, hvussu púra vill hendan niðurstøðan er, tí zionisman er ikki ein totaliter ideologi. Zionisman rúmar demokratiskum, religøsum og mentanarligum elementum á einum víttfevnandi inkluderandi spenni. Zionisman rúmar óeingiheitum. Men lat okkum tó líka fyrihalda okkum til hetta argumentið eina løtu.
Um talan er um, at logikkurin av zionismu í síðsta enda er fólkamorð, so má tað mótsatta av banalitetinum merkja, at anti-zionisma merkir ‘anti-banaliteturin’.
Men hvat eru veruligu avleiðingarnar av anti-zionismu, um vit hyggja eftir støðuni í dag? Tað er demoninsering av jødum/ísraelum goymt undir spjaldrinum ‘zionistur’. Nógv tann størsti meirilutin av jødum (onkur kanning vísir 90+ %) eru zionistar.
Demoniseringin av ísraelum og jødum undir spjaldrinum ‘zionistum’ merkir eisini vaksandi ágang á hetta fólkaslagið. Vit síggja hvørja viku nýggjan ágang á jødar uttanfyri Ísrael. Eisini í Danmark. Í summum førum førir hendan demoniseringin til harðskap og enntá morð á jødar, motiverað út frá krígnum í Gaza, sum ‘voila’, nú verður borið fram sum eitt úrslit av zionismu, og ‘voila’ sostatt ger zionistar til eitt legitimt mál fyri ágang og enntá morð. Ja kanska enntá, um vit taka hesa analysuna hjá Gaini út frá Arendt, sum ein anti-banalitetur.
Slíkar grundgevingar eru ikki bara grunnar út frá søguligum og politiskum brillum, men eru eisini beinleiðis farligar fyri jødar, har nógv tann størsti meirilutin er zionistar. At ikki fyrihalda seg til forfylgingina av jødum í høvuðsheitinum í Miðeystri, Evropa og Afrika í sambandi við hugtakið zionismu, har flýggjanin til Ísrael bjargaði jødum bæði áðrenn og aftaná 1948, er ikki at fyrihalda seg til erligan diskurs av zionismu.
Og heldur ikki til erligan diskurs av Gaza krígnum. Tí umframt ein erligan diskurs um legitima ella aggressiva krígsførslu frá ísraelskari síðu, so krevst ein erligur diskursur eisini um ektremismuna og jihadismuna, sum eksisterar í palestinska samfelagnum bæði við og uttan Ísraels eksistens, og sanniliga eisini við ella uttan zionismuna.
Zionisman hevur jú verið brúkt sum syndabukkur í muslimska heiminum í áratíggir dekkandi yvir aðrar trupulleikar. Tað einasta sum er yviraskandi við hesum er, hvussu vanligt tað nú er blivið í vesturheiminum, eisini í Føroyum, at hata zionismuna, meðan mann samstundis er farin at fevna um onnur heilt radikal anti-vesturlendsk sjónarmið.
Um vit ynskja báðum fólkasløgum betri framtíð, so mugu vit halda okkum frá at brúka spjaldur og lætt keyptar ismur til at dominera kjakið. Tað hevði verið meir gagnligt, um vit megnaðu at kritisera yvirgang, radikalisering, kvinnukúgan, kríggj, krígsstrategi, búsetarapolitikk o.s.fr. sum mál, sum ikki altíð skulu skiljast undir einari einklari ismu. Hetta skylda vit bæði ísraelum og palestinum. Eisini teimum, sum búgva í Føroyum.