Ongi úrslit

Tað er vandi fyri at skera teg av hesum ostinum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti einum slagi av osti

Áki Bertholdsen
20. juni kl. 08:47

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av osti, sum hevur verið at fáa til keyps í Føroyum.

Talan er um Thise Ravost, og í hesum føri er talan um nakrar av ostunum, sum viga 200 gramm.

Í hesum føri er talan um ost, sum er gjørdur 7. januar í ár og hann er best fyri ávikavist 6. juli og 14. juli í ár.

Heilt ítøkiliga er talan um hendan ostin:

Thise Ravost 200 g 
Produktionsdato: 7. januar, 2025

Bedst før: 6. juli og 14 juli, 2025

Orsøkin til ávaringina er, at tað er vandi fyri at petti av metalli er í ostinum og sostatt er hann ikki mannaføði.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir, at metallpetti kunnu elva til tannskaða, men fólk kunnu eisini skera seg í munnin, svølgrúmið og sodningarleiðina. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum liggja inni við hesum ostinum til at koyra hann í skrell, ella at fara aftur í handilin við honum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14