Seinnapartin verður punktum sett fyri 13. umfari í bestu fótbóltsdeildini, tá ið B36 fær vitjan av NSÍ.
Undan hesum umfarinum var NSÍ næstfremst, og við sigri í Gundadali í dag fer NSÍ at vera næstfremst.
Í gjárkvøldið tók HB næstfremsta plássið, tá ið HB vann 4-1 á útivølli ímóti B68. Dysturin varð spældur í Fuglafirði, tí graslíkið á Svangaskarði í løtuni verður skift.
Hetta var fimti HB dysturin síðani venjaraskiftið, og úrtøkan hjá André Olsen er fýra sigrar og ein javnleikur. Hetta var triðja ferðin, at André Olsen og hansara menn fóru úr Eysturoy við fullari úrtøku.
HB hevur 28 stig og er níggju stig aftanfyri KÍ, og NSÍ hevur 27 stig.
NSÍ er í dag darvað av, at lyklaspælarar ikki eru tøkir. Brandur Hendriksson Olsen er leikbannaður, og Petur Knudsen er skaddur. Tað kann vera, at Klæmint A. Olsen verður á NSÍ liðnum, hóast hann er darvaður av arbeiðsskaða. Miðverjin Kevin Jablinski er langtíðarskaddur.
Í vikuni vandu miðverjin Lars Markmanrud og miðvallarin Beinir Nolsøe ikki saman við liðfeløgunum í NSÍ.
Hjá B36 er Hannes Agnarsson tøkur aftur eftir leikbann, meðan Heini Vatnsdal og Benjamin Heinesen eru skaddir.
Í gjár vann Víkingur tryggan 3-0 sigur á útivølli ímóti TB. Víkingur og B36 hava 20 stig saman við EB/Streymi, sum í síðstu løtu skoraði 2-1 sigursmálið ímóti FC Suðuroy, sum í 70. minutti legði seg á odda í Hólmanum á Eiði. Málskjútti var verjuspælarin Hunter Bell, sum í gjár spældi fyri 40. ferð í føroyskum fótbólti. Í fjør spældi hann 26 dystir í 1. deild fyri B71, og í ár hevur hann spælt ein dyst í kappingini um løgmanssteypið og 13 dystir í bestu landskappingini. Hetta var fyrsta ferðin, at Hunter Bell var málskjútti.
Búi Egilsson átti stóran leiklut í, at tað ikki eydnaðist barndómsfelag hansara at fáa úrtøku við av Eiði. Hann átti uppleggið, tá ið Virgar Jónsson seks minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, og hann skoraði 2-1 sigursmálið í síðsta minutti. Tá átti Boubacar Dabo uppleggið.
B36 – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00