Tað er neyðugt við styrki og skjótleika og skili og hegni

Håkan Ericson hevur boðað frá fleiri broytinum, enn tað plaga at vera, nú dagsskráin er at taka Moldova, sum hevur vunnið ímóti Póllandi og spælt javnt ímóti Kekkia

Hóskvøldið spældi føroyska liðið frammanfyri 54129 áskoðarum, og tað er met. Í dag vera tað neyvan fleiri enn 3000 á Tórsvølli
Jóannes Hansen
10. september 2023 kl. 12:03

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Moldova verður gestur. Tá ið Føroyar 24. mars í ár vóru í Chisinau, høvuðsstaðnum í Moldova, endaði tað 1-1. Føroyskur málskjútti var Mads Bo Mikkelsen, sum í 27. minutti legði Føroyar á odda 1-0. Tríggjar minuttir undan leikloki javnaði Moldova við brotssparki. Mads Bo Mikkelsen hevur verið nógv skaðadarvaður seinastu tíðina, og hann er ikki í føroyska hópinum í dag.

Tølini siga, at Moldova hevur staðið seg væl í ár. Hóskvøldið endaði tað 1-1, tá ið Moldova var í Wien og spældi venjingardyst ímóti Eysturríki, og í EM kappingini hava úrslitini verið 0-0 á heimavølli ímóti Kekkia, 2-0 tap í Albania og 3-2 heimasigur ímóti Póllandi, sum Føroyar hóskvøldið taptu 2-0 ímóti á útivølli.

Håkan Ericson hevur aftur og aftur undirstrikað, at talan er um gott mótstøðulið, sum á ongan hátt eigur at verða undirmett.

-Ímóti Póllandi vardu vit væl, men sami veikleiki gjørdi seg galdandi, sum vit so ofta hava sæð. Hann er, at vit eru ikki nóg góðir við bóltinum. Tað er ikki neyðugi friðurin yvir spælinum, og spælararnir kennast strongdir, tá ið teir taka avgerðir. Um tað skal eydnast at vinna gott úrslit ímóti Moldova, so er neyðugt, at verjuparturin framvegis verður, sum hann var í Póllandi, og at framrættaða fótbóltsspælið verður betri, so vit í løtum varðveita bóltin og ikki fara at renna so nógv aftaná mótstøðumonnunum, sigur Håcan Ericson, sum í samrøðu við Kringvarpið í gjár boðaði frá, at tað fara at vera fleiri broytingar frá síðsta dysti, enn tað plagar at vera frá einari uppgávu og til ta næstu.

Tað er vorðið sum avbjóðing at finna hesa javnvág – at liðið verður eins sannførandi í verjuspælinum sum tað var hóskvøldið og samstundis verður betri í álopsspælinum.

Um talan skal vera um avrik, ið verður eyðkent av, at føroyska liðið er meiri á bóltinum, so er tað upplagt, at bólttryggastu spælararnir vera á vøllinum. Tá slepst ikki undan, at Brandur H. Olsen og Jákup B. Andreasen í dag vera millum teir fyrstu ellivu. Og um álopsparturin samstundis skal verða styrktur, so er ikki so langt frá møguleikanum, at Klæmint A. Olsen verður fremsti maður, og at Jóan Símun Edmundsson verður mest framrættaði miðvallarin.

At tað eru nakrir spælarar, sum eru skjótir, hevur stóran týdning. Skjótastu á føroyska liðnum eru Gilli Rólantsson Sørensen og René Shaki Joensen. Gilli fór skaddur av vøllinum hóskvøldið. Um hann er tøkur og saman við René verður millum teir fyrstu ellivu, so verður trongligt, og so verður neyðugt at seta onkrar á beinkin, sum plaga at vera sjálvskrivaðir.

Landsliðsvenjarar hava onkran spælara, sum altíð er á liðnum. Hjá Sepp Piontek var tað tiltikið, at Jens Jørn Berthelsen, miðvallarin úr Esbjerg, altíð var á liðnum. Í gitingum upp undir dystir leyp hann altíð av, men spælararnir søgdu, at hann var tann, sum Sepp hvørja ferð setti fyrst á liðið. Soleiðis hevur tað higartil verið við Gunnari Vatnhamar í tíðini, sum Håkan Ericson hevur verið venjari.

Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Vejle BK (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)