At fasta kann geva fleiri heilsugóðar fyrimunir, eitt nú vekttap, blóðsukurstýring og verju móti sjúkum sum krabbamein og neurodegenerativum(nervaniðurbrótandi)sjúkum.
Kanningar hava víst á, at um man fastar samstundis sum at man íðkar mótstøðuvenjing, kann tað minka um fleiri markørar fyri inflammatión.
Tí kann tað vera við til, at bata um hjáárin av inflammatoriskum sjúkum. Kroniskar sjúkur av hesum slag eru m.a. hjartasjúkur og giktasjúkur.
Aðrar kanningar gjørdar á djórum vísa, at føsta eisini kann betra um heilafunktiónina, nervasamsýningina og verja móti neurodegenerativum sjúkum, so sum Alzheimers og Parkinsons.
Føsta sær eisini út til at kunna økja um støðið á menniskjaligum vakstrarhormoni (HGH), sum er eitt týðandi proteinhormon. Hettar hevur ein leiklut í vøkstri, stoffskifti, vekttap og muskelstyrki .
Alt týður altso uppá at um man fastar við skili, gevur tað nógv gott til bæði kropp og heila.
Og so ger tað heldur einki, at ein av bivirkningunum eru at man minkar nøkur kilo.