Ongi úrslit

Tað er ein vanvirðing ímóti Løgtinginum at leggja almennan stovn í Klaksvík

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, tók avgerðina sjálvur - hóast tað er ímóti tí, sum Løgtingið vildi
Áki Bertholdsen
10. sepember kl. 12:37

Tað var Eirikur Í Jákupsstovu landsstýrismaður, sum sjálvur tók avgerðina um at leggja nýstovnaða brekumboðið fyri seg sjálvan.

Tað váttar hann í Løgtinginum í dag.

Og Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at tað er at vanvirða Løgtingið.

– Tað var ikki løgtingsins vilji, at Brekumboðið skuldi vera ein sjálvstøðugur, almennur stovnur, sigur hann.

Tvørtur ímóti var tað løgtingsins vilji, at brekumboðið var so lítil stovnur, at hann skuldi ikki vera ein sjálvstøðugur stovnur.

Somuleiðis var tað Løgtingsins vilji, at Brekumboðið skuldi vera í Vinnustovninum í Havn.

Johan Dahl vísir, at tað er bæði av fakligum og fíggjarligum orsøkum, at Brekumboðið, skuldi verða saman viðøðrum stovnum.

Tað er bæði fyri at starvsfólkini hjá Brekumboðnum hava onnur fakfólk at tosa við, og tí at tað, fíggjarliga, er skynsamari at ein so lítil stovnur liggur fyri seg sjálvur, heldur enn upp at einum verandi stovni. Har verða kanska 2-3 starvfólk.

Tí heldur hann, at framferðin hjá landsstýrismanninum er at seta seg upp ímóti løgtingsins vilja.

Her hevur landsstýrismaðurin valt tað dýrastu, og ringastu loysnina, og tað er so grovt, at tað kundi verið reist misálit á hann, heldur Johan Dahl.

Hann hevur fingið upplýst, at leigan á stovninum í Klaksvík kostar yvir 1.900 krónur fermeturin, men leigumálið í Havn, har løgtingið vildi at hann skuldi vera, kostar góðar 1.100 krónur fermeturin.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at tað er eitt politiskt ynski at leggja hendan almennan stovnin uttan fyri Havnina.

Tað merkir, at tað er hann sjálvur, sum tók hesa avgerðina.

– Tað er týdningarmikið at vit staðseta almennar stovnar kring landið - og verða nýggir stovnar ikki lagdir á bygd, hendur einki, tí stovnar verða ikki fluttir.

Partakvinna hansara, Liljan Weihe, staðfestir, at spurningurin um brekumboð, skal ikki verða viðgjørt, sum eitt arbeiðsskapandi tiltak í Klaksvík, tí hann er til frama fyri tey, sum hava brek.

Tí skal hann staðsetast har, tað tænir endamálinum best og tað er at vera tætt við politiska myndugleikan, aðrar almennar stovnar, kommunufelagið, og so framvegis.

Tá ið uppskotið um Brekumboðið varð lagt fyri Løgtingið, var tað Sirið Stenberg, sum var landsstýriskvinna í almannamálum.

Og hon ætlaði at Brekumboðið skuldi ikki vera ein sjálvstøðugur stovnur, men skuldi leggjast saman við øðrum.

Øll umboðini í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum søgdu soleiðis:

– Vit hava alt ov nógvar smáar stovnar í Føroyum. Størri eindir vildu bæði fíggjarliga og fakliga verið ein fyrimunur.

– Trivnaðarnevndin tekur undir við landsstýrinum, at Brekumboðið ikki verður ein sjálvstøðug fyrisitingarlig eind, men verður lagt saman við øðrum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14