Tað er ein gáta hvat orsøkin er til ammoniakk-dálking í Salti

Í dag verður mentanarhúsið, Salt, blást út og í morgin verður aftur opið sum vanligt

Áki Bertholdsen
14. november 2023 kl. 15:20

Tað er framvegis ikki greitt, hvaðani ammoniakk-dálkingin í mentanarhúsinum, Salti, á Drelnesi, stavar.

Tvær ferðir í farnu viku varð staðfest, at ammonikk var í luftini og av tí sama vórðu tvey stór tiltøk avlýst. Annað var stóra tónleikatiltakið leygarkvøldið við klaksvíksbólkinum, Dynamitt, og hitt var eldradagurin, sum skuldi vera í dag.

Ólavur Rasmussen, stjóri í Salt, sigur, at tvær ferðir varnaðust tey ráman ammoniakkroyk í luftini inni í Salt, fyrru ferð var mikudagin og seinnu ferð var leygardagin.

Hann sigur, at tey útvegaðu eitt mátitól frá Arnbeiðseftirlitinum og tað vísti, at ammoniakk var í luftini í Salt.

– Tí var einki hjá okkum at gera enn at avlýsa tey tiltøk, sum skuldi vera, sigur hann.

Í dag verður so húsið blást ígjøgnum og Salt letur so upp aftur í morgin, sum vanligt.

Tann stóra gátan er so hvaðani ammoniakkið stavar. Tað er greitt, at tað stavar ikki frá Salt, tí tey brúka ikki ammoniakk.

Varðin Pelagic hinumegin fjørðin brúkar ammoniakk, men tað er eisini greitt, at tað er heldur ikki haðani, at lukturin stavar.

Men hvør dálkingarkeldan so kann vera, er tað eingin sum veit. Stjórin vónar, at hetta ikki endurtekur seg, at tað nú verður friður.

Men skuldi hetta endurtikið seg, verður neyðugt at fara grundiga til verka fyri at finna dálkingarkelduna, og basa trupulleikanum endaliga, sigur hann.

Hann vísir á, at ymiskt vinnuligt virksemi hevur verið á Drelnesi, men um dálkingin er onkur gomul leivd frá onkrum sovorðnum, er ómøguligt at siga beint nú.

Hann sigur, at hetta er bara eitt skot í leysari luft og ein tanki, uttan at hann hevur nakað sum helst at hava tað í.