Ongi úrslit

Kvinnur arbeiða hjá tí almenna – og menn hjá tí privata

© Helst verða hesi húsini minni verd, halda bankarnir
Áki Bertholdsen
49 minuttir síðan

Í løtuni arbeiða 30.084 fólk í Føroyum, sum eru 500 fólk – ella 1,7 prosent – fleiri enn fyri einum ári síðani.

Hetta vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Hesin vøkstur er javnt býttur millum kynini. Tað merkir, at í septembur vóru tað stívliga 15.300 menn og 14.700 kvinnur, sum høvdu lønandi arbeiði í Føroyum.

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at nógv teir størstu arbeiðsgevararnir í Føroyum eru almennir: heilsuverk, almannaverk, almenn umsiting og annað.

Men verður alt lagt saman, arbeiða tey flestu hjá tí privata.

Tað er nevniliga meira enn helvtin – ella 57 prosent – av øllum starvfólkunum, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum, og restin, 43 prosent, arbeiðir hjá almennum arbeiðsgevarum.

Men verður hugt at kynsbýti, er søgan ein onnur. Støðan er nevniliga tann, at 75 prosent av monnum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum; og 25 prosent hjá tí almenna.

Hinvegin arbeiða 66 prosent av kvinnunum hjá tí almenna; og 33 prosent hjá tí privata.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

23 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03