Eg óttist ikki teir konservativu flokkarnar, tí teir hava ein annan búskapar- ella vælferðarpolitikk enn eg. Tað hoyrir fólkaræðinum til. Eg óttist teir, tí teir vilja gera trúgv og moral til lóg fyri øll onnur.
Hetta er ikki ein marra. Hetta er veruleiki.
Miðflokkurin hevur alment sagt, at aðalmálið var at koppa “abort-samgonguni”, so at nýggja fosturtøkulógin kundi steðgast, áðrenn hon kemur í gildi. Tað er ikki bara eitt sjónarmið. Tað er ein beinleiðis politisk ætlan um at taka rættindi aftur. Og tað kann gerast veruleiki.
Tá fosturtøkulógin varð samtykt, stóð greitt, hvør atkvøddi hvat. Allir seks tinglimir hjá Fólkaflokkinum, ið vóru til staðar, atkvøddu ímóti. Tað sama gjørdu báðir tinglimirnir í Miðflokkinum. Tað er fakta.
Sama mynstur sæst í virðispolitikkinum. Tá tað snýr seg um samkynd og javnrætt, hava vit aftur og aftur sæð somu mótstøðu, sama drál og somu hóttanir. Røddir í Fólkaflokkinum hava arbeitt ímóti rættindunum hjá samkyndum. Somuleiðis er ein tinglimur farin úr Miðflokkinum yvir í Fólkaflokkin, ið áður hevur hótt við samgongusliti fyri at javnseta samkynd foreldur. Tað sigur nakað um, hvussu tunt markið er millum hesar flokkarnar, tá tað snýr seg um virðispolitikk.
Hvussu nógv ár skulu vit setast aftur?
Skulu vit hava eitt samfelag, har átrúnaðarligar sannføringar skulu avgera, hvussu onnur liva? Skulu kvinnur aftur hava minni ræði á egnum lívi? Skulu samkynd aftur standa fyri skotum og verða umrødd sum um tey skulu “grøðast”?
Vit skulu ikki lata Føroyar glíða ímóti einum moralstýri. Trúgv er persónlig. Hon skal ikki gerast til politiska stýring av øðrum menniskjum.
X við René Karbech Rasmussen
Javnaðarflokkurin