Ongi úrslit

Sýslumann og grindaformenn kunnu ikki ákærast fyri at bróta lógina um djóravælferð

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Grindadráp, sum fer fram eftir reglunum í grindalóggávuni, ikki er í ósamsvari við løgtingslóg um djóravælferð.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum.

Her fyri kom fram, at Sea Shepherd hevur meldað sýslumannin og grindaformenn fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi. Løgreglan hevur eisini tikið málið upp.

Tað fekk Høgna Hoydal, tingmann fyri Tjóðveldi at reisa málið í Løgtinginum. Í tí sambandi vildi hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni um tað yvirhøvur ber til at melda, tey, sum vara av grind, fyri at bróta lógina um djóravælferð

Eftir hansara tykki, er tað grindalógin, sum er galdandi og hon kann ikki setast til viks av lógini um djóravælferð.

Sirið Stenberg sigur, at grindadráp, sum fer fram eftir reglunum í grindalógini, er ikki brot á lógina um djóravælferð.

Hon sigur, at verður grindalógin hildin, er tað heldur ikki heimild til at reisa ákæru fyri brot á lógina um djóravælferð.

Lógin um djóravælferð hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum.

Sostatt tryggjar lógin um djóravælferð, at djór, sum fólk hava á hondum - húsdjór, nyttudjór og kelidjór - verða hildin undir hóskandi umstøðum, sigur landsstýriskvinnan.

– Ítøkiliga merkir hetta, at hesi djór skulu hava atgongd til skjól og fóður og vatn, eins og tey skulu hava møguleika at útinna sína natúrligu atferð.

Tað er eisini ein treyt, at djórini skulu avlívast á hóskandi hátt. Fyri húsdjór, nyttudjór og kelidjór merkir hetta, at djórini skulu doyvast, áðrenn tey verða avlívað, ella at tey verða avlívað soleiðis, at tey doyggja beinanvegin.

– Hetta ber til, tá talan er um djór, sum fólk hava á hondum. Støðan er ein onnur, tá ið talan er um djór, sum verða veidd, og sum fólk sostatt ikki hava á hondum, sigur Sirið Stenberg.

– Grindadráp er veiða, og hóast grindahvalur er fevndur av djóravælferðarlógini, er munur á at veiða vill djór og avlíva tom djór.

Endamálið er, at avlívingin skal verða við minst møguligari strongd og pínu fyri djórið, men hugsast skal eisini um, hvat í roynd og veru letur seg gera.

Tað merkir, at gridadráp skal avgreiðast so skjótt sum tað ber til, og at hvalurin skal drepast so skjótt og pínuleyst, sum tað ber til.

Tað merkir eisini, at tað, sum er hóskandi eftir grindalógini, er eisini hóskandi eftir djóravælferðarlógini.

– Í sambandi við grindadráp, hava vit grindalógina, sum beinleiðis skipar grindadráp út í æsir, og tann lóggávan gongur fram um lógina um djóravælferð, sigur Sirið Stenberg

Annars heldur hon, at øll hava rætt til at leggja slíkar spurningar fyri rættin.

Í einum rættarsamfelagi er tað ein grundregla, at ein og hvør kann reisa mál í rættinum. Hetta er eisini galdandi fyri grindalógina, sigur landsstýriskvinnan.  

Og at nokta fólki, føroyingum sum útlendingum, at melda eitt mál, hevði verið at gjørt seg inn á eina av grundreglunum í einum og hvørjum rættarsamfelagi, leggur hon afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Suðuroyartunnilin – dirvi ella fíggjarligt óvarsemi?

22. november kl. 21:56

Sethúsaprísirnir eru framvegis á veg til Himmals

24. november kl. 12:47