Í einum uppslagi á X viðmerkir danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen tokvanlukkuna.
- Mínir tankar við øllum offrunum, teirra familjum og kæru og spanska fólkinum, skrivar Mette Frederiksen.
Eitt foreldrapar úr Punta Umbria í Huelva-landslutinum og 12 ára gamla dóttir teirra doyðu í tokvanlukkuni. Tann einasti familjulimur sum yvirlivdii, var ein seks ára gomul dóttir.
Tað siga myndugleikarnir í Huelva sambært Sky News.
Alvaro Fernandez Heredia, leiðarin í spanska tokfelagnum Renfe sigur, at menniskjaligur feilur í roynd og veru er útilokaður sum orsøk til vanlukkuna.
Uttanríkisráðið upplýsir fyri TV 2, at í løtuni eru ongar fráboðanir um, at danskir ríkisborgarar vóru við í vanlukkuni.
Men sponsku myndugleikarnir hava enn ikki eitt fullfíggjað yvirlit yvir tjóðskapin hjá teimum deyðu og særdu. Uttanríkisráðið heldur tætt samband við sponskar myndugleikar.
Í kvøld eru enn ein deyður, og er talið tí komið uppá 40 persónar. Langt yvir 100 eru løstaðir, 73 teirra eru enn innløgd, 25 eru í lívsvanda.
Spania heldur tríggjar dagar landasorg.