Ongi úrslit

SWANGAH spælur á Jóansøku

Í ár verður Jóansøkan heili 100 ár.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 21:15

Í ár verður Jóansøkan heili 100 ár og tað skal feirast við manér, verður tað lovað úr Tvøroyri. Har ætlar man at hava eina konsert við teimun vælumtøktu SWANGAH DANGAH sum nú hava nøkur ár á bakið.

Navnið á bólkinum kemur frá grannalagnum har limirnir búðu tá teir byrjaðu, nevniliga uppi í Svanga í Tórshavn.

Limirnir í bólkinum eru Steen Rói Lorenzen, Ragnar Davidsen, Kári Damsbo og Eyðun M. Thomsen

Í 2011 kom fyrsta fløgan út í november, hon æt Belials Synir, og sum skrivað er á Facebook-vangan hjá TVØROYRI, so var tá longu greitt at vit høvdu við nakrar mans at gera, sum dugdu óvanliga væl við tí føroyska málinum. Harafturat hava teir rungandi beats afturvið.

Føroyskt rapp hevur ongantíð, hvørki fyrr ella nú, ljóðað betri!

Í dag eru SWANGAH vorðnir fólkaogn og fingu teir eitt veruligt gjøgnumbrot við “Frá bygd til bý” sum kom út í 2013.

Sí her Frá Bygd til Bý

Bólkurin spælur á Pallinum i miðbýnum á Tvøroyri, leygarkvøldið 21.juni kl. 21.30

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

7 tímar síðan