Ongi úrslit

Sunnleiv er heiðraður

Bjarni K. Petersen landsstýrismaður handaði í gjár Sunnleivi Højgaard fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgving

Bjarni K. Petersen landsstýrismaður
25. oktober kl. 19:00

Tað var ein søgulig løta í nýggju hølunum hjá Arbeiðs- og Brunaeftielitinum í gjár, tá Føroyska heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini varð latið fyri fyrstu ferð — og tað varð latið einum manni, sum á ein serligan hátt hevur sýnt, hvat góð og álítandi tilbúgving er.

Í meira enn fjøruti ár hevur Sunleiv Højgaard staðið í fremstu røð – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd.

At Sunnleiv fær handað fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini, er bæði eitt persónligt heiðursmerki og ein viðurkenning av øllum teimum, sum dagliga gera hetta týdningarmikla arbeiðið kring landið.

Við hesum tekni vilja vit vísa takksemi – ikki bara fyri áralangt trúfast arbeiði, men fyri eitt haldført íkast til sjálvan grundvøllin undir okkara felags trygd og samhaldi.

Takk fyri alt, tú hevur lagt av tíð, orku og trúfesti í arbeiðið.

Og hjartaliga tillukku við hesum vælvunna og søguliga heiðri

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00

Skeivt sløkkilið fekk boð um eld

24. oktober kl. 08:35

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

14 tímar síðan

Eftirlýsti maðurin afturkomin

23. oktober kl. 09:03