Krígsmøðin hevur rakt ukrainskar hermenn eftir fýra ár við kampum, og samstundis er ein vaksandi tørvur á videofregnartænastum frá vígvøllinum og menningini av bardøgunum har. Tí kom hernaðarleiðslan í landinum við einum hugskoti til at stimbra krígsáhugan hjá hermonnunum- ein motiverandi stigskipan fyri ukrainsku eindirnar.
- Vit hava infanterimark, logistisk mark, dronur, bilar, stríðsvognar. Alt, sigur regimentyvirmaðurin Artem Belenkov í Krigens Døgn, ein sending hjá DR, sum var upptikin, heilt serstakt, í ukrainskt-danska ungdómshúsinum í Kiev.
Tað, sum hernaðarleiðslan innførdi, var ein blóðug skipan, har hvør hermaður kann fáa stig fyri sítt herlið við at sláa ymisk mark, og harvið seta tey í eina betri støðu móti fíggindanum.
Skipanin varð sett í gildi í vár, og longu í summar høvdu 90-95 prosent av øllum herdeildum meldað seg til, upplýsir BBC.Hon sær út sum ein blandingur av telduspølunum Call of Duty og Amazon - men við tí álvarsliga yvirtónanum: Tað er lív ella deyði.
Í øllum sínum einfaldleika merkir tað, at russiskir hermenn ella útgerð mynda eitt ávíst tal av stigum. Ein ukrainskur hermaður kann vinna sær hesi stigini til sítt herlið, við antin at drepa ein russiskan hermann ella oyðileggja fíggindaútgerð. Hvørt dráp ella oyðilegging skal vera videodokumenterað fyri at stig kunnu útloysast, og harvið loysist eisini innsavnanin at savna videofregnartænastur.
Belenkov greiður frá at hettar er ein motivatiónsskipan og útgreinar:
- Skipanin savnar trúverdigar upplýsingar frá eindunum. Fólk mugu eisini vera motiveraði at skjalprógva tað, tey gera.
Næstan sum í einum vevhandli, kunnu ukrainsku hermenninir síðani innloysa tey vunnu stigini til nýtt útgerð, sum teir vóna fer at vinna teimum enn fleiri stig í mánaðinum eftir.
Styrkismeting frá august av teimum regimentum, sum hava fingið flest stig.
Skipanin sær næstan út sum ein blanding av telduspølunum Call of Duty og Amazon - men við tí álvarsliga yvirtónanum: Tað er lív ella deyði.
Hvønn mánað verða stigini so løgd saman fyri hvørt regiment, sum tey síðani kunnu innloysa fyri onnur vápn ella kanningarútgerð. Stigskipanin er stillað alt eftir, hvussu lætt ella trupult viðkomandi mark er at oyðileggja.
- Vit hava eitt katalog til ymisk mark. Skaða vit til dømis tanks, fáa vit 20 stig fyri hvønn tank. Oyðileggja vit hann, fáa vit 40 stig fyri hvønn, sigur Artem Belenkov.
Stigatalvan er hendan:
- Ein dripin russiskur hermaður - 6 stig
- Ein fangaður russiskur hermaður - 10 stig
- Ein særdur dronuflogskipari - 15 stig
- Ein dripin dronuflogskipari - 25 stig
- Ein oyðiløgd mobil rakett/rakettskipan - upp til 50 stig (alt eftir kalibri).
Sum lýst verða stigini innloyst hvønn mánað í einum vevhandli sum kallast Brave 1.
Her kunnu regimentini til dømis keypa eina vampyrdronu, sum er kend á vígvøllinum við eyknevninum Baba Yaga, navnið á einari heks í norrønari mytologi. Eina tílíka fáa teir fyri 43 stig.
Brave 1, har øll kunnu stuðla hugskotum og uppfinningum, sum kunnu hjálpa ukrainarum í stríðnum.
- Vetrartíðin er góð fyri ukrainskar herdeildir, sigur Belenkov. Har eru eingi grøn bløð og trælinjur at fjala. So er tað lættari hjá okkum at raka fíggindamál. Veturin er ein góð veiðitíð hjá dronueindum.
Myndir og grafikkur : DR