Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin: Leggja dent á at trygdin skal vera í hásæti

Hevði Suðuroyartunnilin verið gjørdur í Noregi, høvdu trygdarviðurskiftini verið akkurát tey somu sum í Suðuroyartunlinum

Áki Bertholdsen
29. apríl kl. 10:24

Eitt av størstu kjakevnunum í sambandi við ætlanina at gera Suðuroyartunnilin, er, um trygdin er ílagi.

Hetta er eisini ein spurningur, sum varð nógv umrøddur og í tí sambandi hevur leiðarin fyri trygd hjá Norconsult verið í nevndini og gjøgnumgingið trygdina í Suðuroyartunlinum.

Somuleiðis hevur trygdin í tunlum í Norðurlondum, og í Evropa, verið til umrøðu - og her er talan um tunlar við væl meiri ferðslu enn tað verður ígjøgnum Suðuroyartunnilin.

Eyðvitað hevur talið á bilum stóran týdning fyri trygdina. Leiðarin fyri trygd hjá Norconsult hevur greitt Fíggjrnevndini frá, at í Noregi er vanligt, at umleið 15 prosent av bilunum eru stórir bilar, ella tað, sum verður kallað tung ferðsla.

Tað er tann parturin av ferðsluni, sum hevur størst ávirkan á trygdina. Í Suðuroyartunlinum verður mett, at 7 prosent av bilunum er tung ferðsla.

Ein stórur vandi í undirsjóvartunlum er hallið á brekkunum.

Hagtøl í Noregi vísa, at tað er serliga í brekkunum, sum eru brattari enn 5 prosent, at óhappini henda, og har vandamiklar støður taka seg upp.

Brekkurnar í Suðuroyartunlinum eru 5 prosent og Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at tað er ein fyrimunur, at í Suðuroyartunlinum eru brekkurnar lutfalsliga stuttar, ella tveir kilometrar í hvørjum enda, men restin av tunlinum er flatur.

Trygdarleiðarin hjá Norconsult hevur greitt frá, at høvuðsparturin av tilbúgvingini í øllum tunlum fevnir um, at teir flestu bilarnir kunnu venda og koyra út aftur úr tunlinum.

Hetta er eisini galdandi fyri Suðuroyartunnilin. Sostatt eru unningarskelti, og kunning í hátalarum, ein týðandi partur av tilbúgvingini - og tað er alt sjálvvirkandi og teldustýrt.  

Luftskiftisskipanin í tunlinum er eisini partur av tilbúgvingini og kemur eldur í ein bil í tunlinum, verður roykurin fyrst blástur ein veg, meðan bilar koyra út hinvegin - og síðani verður roykurin blástur hinvegin.

Trygdarrúm eru ein annar partur av trygdini. Í Suðuroyartunlinum verða trygdarrúm fyri hvørjar 500 metrar, og tað verður mett at vera ein góð loysn.

Trygdarrúm í tunlinum gera eisini, at tað ikki er neyðugt við døgn-tilbúgving við hvønn tunnilsmunna.

Leiðarin fyri trygd hjá Norconsult hevur greitt frá, at varð Suðuroyartunnilin gjørdur í Noregi, høvdu trygdartiltøkini verið tey somu sum í  Suðuroyartunnilin.

Spurningurin um sprinklara-anlegg í tunlinum hevur eisini verið umrøddur, men niðurstøðan er, at hetta er neyvan tann rætta loysnin og at ein slík skipan hevði verið lítið brúk.

Fíggjarnevndin fekk frágreiðing um eina sprinklaraskipan í einum svenskum tunli, har tað var sera nógv ferðsla, og har endamálið við henni var at halda eldinum niðri, skuldi eldur komið í ein bil.

Víst varð á, at hendan loysnin ikki er viðkomandi í Suðuroyartunlinum.

Somuleiðis hevur spurningurin um eina tilbúgvingar-støð mitt í Suðuroyartunlinum verið umrøddur. Men eisini í hesum føri hevur Fíggjarnevndini fingið upplýst, at hetta er ein loysn sum er sera lítið brúkt.

– Í Evropa er tað helst bara í einum tunli í Sveis við sera nógvari ferðslu, at tað verður brúkt.

– Arbeiðsviðurskiftini í einari tilbúgvingarstøð mitt í tunlinum eru sera krevjandi og Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at metingarnar siga, at tað er ikki neyðugt í Suðuroyartunlinum.

Annars leggur meirilutin í Fíggjarnevndini dent á, at trygdarspurningurin í tunlinum skal verða viðgjørdur væl og virðiliga í prosjekterings-tíðarskeiðnum, soleiðis at trygdin er í hásæti.

Sambært galdandi lóg liggur tilbúgvingin í tunlum hjá avvarðandi kommunum. Hinvegin hevur Løgmaður boðað frá, at hann er greiður yvir, at tær smáu kommunurnar ikki kunnu hava ábyrgdina av tilbúgvingini, og tí verður arbeitt við loysn saman við Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14