Seinnapartin í dag verður eitt nýtt uppskot um Suðuroyartunnil lagt fyri Løgtingið.
Tað vátta keldur í samgonguni fyri okkum.
Talan er framvegis um ein tunnil ímillum Djúpadal við Skarvanes, til Sandvíkar.
Men bæði sandingar, og áhugafeløg av øllum handa slagi, hava mótmælt ætlaðu vegaføringini við Sandsbygd.
Tí er vegaføringin broytt í hesum nýggja uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið.
Í hesum sambandi er vegurin nú lagdur eystan fyri Sandsbygd í staðin fyri vestan fyri Sandsbygd, sum ætlað, og so tvørtur um.
Tað merkir, at ætlaði tunnilin ígjøgnum Traðarhamar til eysturbygdirnar, verður gjørdur eitt sindur longri, so at hann kemur upp aftur norðan fyri býlingin í Trøðum á Sandi.
Síðani verður veður lagdur eystan fyri Vatnið, norður um Meginsskúlan, har har hann so verður knýttur í vegin til Sandoyartunnilin.
Hetta er ein verkætlan, sum er einar 70 milliónir dýrari enn upprunaliga verkætlanin.
Ætlanin er so, at málið skal koma til 1. viðgerð í Løgtinginum mánadagin. Ætlanin hevur verið at avgreiða málið fyri jól, men men nútykist tað rættiliga greitt, at tað fer ikki at eydnast at avgreiða málið, áðrenn Løgtingið fer í jólafrí næsta hósdag, tí tá ið málið hevur verið til 1. viðgerð, skal tað í fíggjarnevndina til viðgerar, og so skal tað aftur viðgerðast í Løgtinginum.