Tað er harmiligt, at tað eru nógv, sum hava fingið ta fatan, at fara vit undir Suðuroyartunnilin, verður neyðugt at hækka pensjónsaldurin.
Tað segði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í Løgtinginum í gjár, nú ólavsøkurøðan hjá løgmanni var til umrøðu.
Samstundis staðfestir hon, at tað er ikki Suðuroyartunnilin sum er er orsøkin til, at pensjónaldurin má hækka.
– Málið um at hækka pensjónsaldurin hevur einki sum helst við Suðuroyartunnilin at gera, gjørdi hon greitt.
Ruth Vang staðfesti, at føroyski búskapurin er ikki haldførur, og tað er ein trupulleiki, landsins stjórn noyðist at taka í álvara.
Og verður pensjónsaldurin - so líðandi - hækkaður upp í 70 ár, loysir tað helvtina av haldføristrupulleikanum, og tað tað er samgongan samd um at gera, legði hon afturat.
– Vit mugu gera púra greitt, at støðan er ikki tann, at bara vit strika Suðuroyartunnilin, sleppa vit undan at hækka pensjónsaldurin, tí tað er ikki rætt, sigur Ruth Vang.
– Vit kunnu gott lata vera við at hækka pensjónsaldurin, men so mugu onnur stig takast, gjørdi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, greitt.
Ein máti er at lækka pensjónina og ein annar máti er at leggja avgjald á alskyns almennar tænastur, sum vit ikki gera í dag, sigur hon, fyri at nevna tvey dømi.
Men hinvegin er tað fullkomiliga ábyrgdarleyst at fara undir eina so stóra verkætlan, uttan at gera nakað við haldføristrupulleikan, legði hon afturat.
– Og vit ganga ikki við til at fara undir Suðuroyartunnilin, uttan so at vit eisini gera okkurt við haldføristrupulleikan, tí tað er ein fortreyt fyri at fara undir verkætlanina, sigur hon.
Tí undrar tað hana at Bjarni Hammer leikaði so illa í tá ið hann helt røðu í Løgtinginum í gjár, sum hon málber seg. Har segði hann, at tað var ein vanlukka, at samgongan ikki var sloppin av við Framsókn.
Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/tad-er-ein-vanlukka-at-samgongan-ikki-slapp-av-vid-framsokn
Hon sigur, at hon hevur fyrst og fremst ábyrgdina av kassanum, men tað er ikki serliga sosialt at senda rokningarnar til okkara eftirkomarar.
Og enn er eingin komin við nøkrum uppskotum um, hvuss vit fáa búskapin haldføran, serliga ikki tey í andstøðuni - men suðuroyartunnilin vilja tit hava, legði Ruth Vang turrisliga afturat.
Liljan Weyhe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at bæði Landsbankin, og Búskaparráðið hava ført fram, at tað ber ikki til at fara undir eina risa íløgu so leingi búskapurin ikki er haldførur.
– Í mínari verð er avgjørt samanhangur ímillum at hækka pensjónsaldurin og at gera Suðuroyartunnilin - hóast tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin undir øllum umstøðum.
– Fólk stúra av álvara fyri kostnaðin, og hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri aðrar íløgur, ella fyri ungdómin og fyri vælferðina annars, og tað hava vit viðgjørt ov lítið, heldur Liljan Weihe.
– Ruth Vang sigur, at sjálvsagt fer hetta at fáa avleiðingar fyri aðrar avleiðingar og fyri skuldina, og í ringasta føri kann tað eisini føra til, at rentan hækkar.
Aðrir tinglimir halda, at landsstýrið eigur at seta eina langtíðarætlan upp, tí hon fer at vísa, at hóast vit fara undir Suðuroyartunnilin, merkir tað als ikki, at alt annað virksemið verður lagt stilt, tí tað eru hundraðtals milliónir eftir um árið til aðrar íløgur eisini.