Nú Smyril fer til Danmarkar í dokk um tvær vikur, verður tað grikska ferjan, Galaxy, sum skal røkja Suðuroyarsiglingina í tær 8-10 vikurnar, Smyril er burtur.
Nakrir av manningini fylgja við skipinum úr Grikkalandi, men nøkur fólk av Strandferðsluni skulu eisini sigla við.
Men siglingin er í vanda, tí bæði Skipara- og Navigatørfelagið, og Maskinmeistarafelagið, nokta limum sínum at fara umborð á Galaxy fyrr enn ein sersáttmáli er gjørdur fyri skipið.
Tey krevja eisini, at grikska manningin skal sigla eftir føroyskum sáttmálum so leingi tey eru her, tí tey vilja ikki góðtaka lønardumping í Føroyum.
Strandferðslan ætlar, at tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og átta dekkarar av Smyrli, skulu umborð á Galaxy, afturat útlendsku manningini, ið er við skipinum, sigur Skipara- og Navigatørfelagið.
Smyril varð settur í sigling í 2005 og hevur verið í dokk fleiri ferðir síðani tá. Men hetta er fyrstu ferð, at lønarviðurskiftini hjá manningini á avloysaraskipunum hava elvt til trupulleikar.
– Hetta er fyrstu ferð, at lønardeildin í fíggjarmálaráðnum yvirhøvur eru uppi í málinum um lønarviðurskiftini hjá manningini á avloysaraskipum, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.
Tí dugir hann heldur ikki at síggja, hví tað brádliga skal gerast til ein trupulleika hesa ferð.
Støðan er tann, at føroyska manningin, sum fer við Galaxy, fær somu løn, sum hon fær við Smyrli. Hetta er støðan, hóast Galaxy er væl minni enn Smyril, og ongantíð kann flokkast hægri enn Smyril, sigur Jan Mortensen.
– Hevði talan verið um at fingið Norrønu til avloysaraskip, er hon í einum hægri flokki enn Smyril, og so er tað sjálvsagt, at lønin verður hækkað samsvarandi tí, leggur hann afturat.
Og støðan hjá Strandferðsluni og myndugleikunum, er, at grikska manningin hoyrir til felagið, sum eigur skipið, og er lønt eftir teirra sáttmála.
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at hann fær einki gjørt við, hvussu tey hava borið seg at fyrr.
Men hann ger ger púra greitt, at Strandferðslan hevur ikki rætt til at flyta sínar manningar á skip, hon onki eigur í, og har ongin manningarsáttmáli er gjørdur.
Og hann sigur, at tey hava eisini skyldu til at hugsa um teirra útlendsku starvsfelagar so at eisini teir fáa føroyskar lønir, tá teir eru í tænastu á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Jan Mortensen sigur, at roynt verður at loysa trupulleikan. Men hann leggur eisini dent á, at finst eingin semja, verður málið lagt fyri Gerðarrættin.
– Støðan, sum hevur tikið seg upp, er púra ókend og hetta kann ikki góðtakast, tí vit hava ein sáttmála á økinum, eisini um hvussu skipini skulu flokkast, leggur hann afturat.
Men hava myndugleikarnir ta støðu, at grikska manningin skal hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum, fylgja vit sjálvsagt tí, sigur stjórin á Lønardeildini.