Ongi úrslit

Strika ikki bannið ímóti at flyta livandi seyð av nøkrum oyggjum

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Bannið ímóti at flyta livandi seyð av Fugloynni, Eysturoynni og Streymoynni, verður ikki strikað.

Tað skilst á Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni.

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu er við hesum banninum, og nær tað er væntandi, at tað verður tikið av aftur.

Landsstýrismaðurin sigur, at bannið ímóti at flyta livandi seyð, og onnur kleyvdýr av hesum trimum oyggjunum, varð sett í verk fyri at forða fyri, at ridluskriði breiddi seg.

 Kortini hevur borið til at søkja um undantaksloyvi til at flyta seyð millum, Men undantaksloyvi er ikki latið at flyta livandi seyð úr Fugloy síðani í 1980-unum, úr Streymoynni síðan 2013 og úr Eysturoynni síðan 2015.

– Avgerðirnar um ikki at geva undantaksloyvi at flyta seyð av hesum oyggjum eru allar grundaðar á, at ridluskriði er staðfestur á hesum oyggjum.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at helst er smittan framvegis í hesum trimum oyggjum, hóast ongar fráboðanir hava verið um seyð við sjúkueyðkennum í fleiri ár.

– Smittaður seyður vísir sjáldan sjúkueyðkenni fyrr enn fleiri ár eftir, at hann hevur fingið smittuna, og sostatt kann smittan vera í einum øki í fleiri ættarlið, uttan at nakað sjónligt tekin er um tað.

– Smitta kann vera í einum umhvørvi í áratíggju og framvegis vera smittandi.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at alt á seyði kann bera smittuna, eisini skarn. Av tí sama er tað eisini bannað at flyta seyðatøð ímillum oyggjar.

– Skal eitt øki metast sum ridluskriðafrítt, skal allur seyður, eldri enn 18 mánaðir, kannast og úrslitini skulu vera negativ í minst sjey ár á rað, áðrenn støða kann takast til, um tað er ráðiligt at loyva flutningi millum oyggjar.

– Eitt tílíkt eftirlit er sera kostnaðarmikið, og tað eru í løtuni ikki ætlanir um at fara í holt við tað, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Hann sigur kortini at enda, at tað er lógligt at flyta seyð beinleiðis á løggild slaktarí, tí at løggild slaktarí lúka krøvini um at handfara burturkast frá slakti, eins og aðrar ásetingar um smittufyribyrging og reinføri.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35