Tað gjørdist talan um ein sannan gýsara í Dortmund. Serbia var omaná til um miðjan seinna hálvleik, tá okkara endiliga løgdu seg á odda. Okkara høvdu eisini møguleikar næstu 10 minuttirnar at avgera dystin, men kunnu okkara iðra seg um misnýttar málmøguleikar. Serbia hevði munin seinastu 5 minuttirnar, men góvu okkara ongantíð upp. Við at fáa brotskast í síðstu sekundunum fyri eitt mistak, sum serbar gjørdu á okkara hálvu í seinasta sekundunum, var ábyrding løgd á dagsins leikara, Janu Mittún. Støðan minti um hana í Berlin í januar í fjør, tá Elias á Skipagøtu tryggjaði Føroyum fyrsta EM-stigið við brotskasti. Jana Mittún var ísakøld og setti bóltin trygt í netið, eftir at okkara fyrr í dystinum høvdu brent trý. Úrslitið gjørdist harvið 31-31.
Eftir dystin var Jana Mittún kosin besti leikari í dystinum av IHF, somuleiðis av sona.fo.
Tvey stig høvdu verið góð, men sum seinasta løtan háttaði seg, skulu okkara vera nøgdar við tað eina stigið. Uttan tvey stig í dag, eru Føroyar tó úti úr dystinum um fjórðingsfinaluna. Enn er tó pláss at spæla um í mun til samlaðu raðfylgjuna og kann hetta hava týdning fyri framtíðar styrkismetingar. Seinasti dysturin í HM-endaspælinum verður sostatt leygardagin kl. 19.30 móti Íslandi.
Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 10 (1)
Pernille Brandenborg 6 (3)
Súna Krossteig Hansen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1
Elsa Egholm 1
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-9
20 min: 10-11
25 min: 11-13
30 min: 14-16
35 min: 17-18
40 min: 19-21
45 min: 24-23
50 min: 27-26
55 min: 29-29
60 min: 31-31
Images: IHF / Kolektiff / Jure Erzen / Anze Malovrh