Ongi úrslit

‘Street food’ í Bacalao: nýggjur mat- og mentanarmiðdepil

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
9. oktober kl. 11:37

Hvussu kann ein gamal hjallur í Bacalao gerast eitt nýtt savningarstað fyri mat og mentan? Hetta verður eitt av evnunum á Vinnuforum 2025, har ið Súni Christiansen fer at leggja fram hugskot um at broyta hjallin ovast í Bacalao í Havn til eitt livandi stað við ‘street food’, skeinkistað og mentanarpalli – alt á einum stað við besta útsýninum í býnum.

Verkætlanin fevnir um góðar 650 fermetrar, og ætlanin er at skapa rúm fyri umleið tíggju matbásum. Hetta skal tó ikki vera ein vanligur ‘food court’, men eitt stað, har ið dygd, hugflog og tað lokala ganga hond í hond. Burðardygd verður ein reyður tráður í verkætlanini, sum skal sameina gastronomi, felagsskap og føroyska matmentan undir einum taki.

Súni Christiansen fekk hugskotið, tá ið hann fyrstu ferð vitjaði hæddina í Bacalao og sá fyri sær, hvussu staðið kundi nýtast til nakað størri – eitt stað, har ið fólk kundu hittast, njóta mat og tónleik og uppliva eina nýggja síðu av høvuðsstaðnum.

Á Vinnuforum 2025 fer hann at greiða frá arbeiðinum at seta verkætlanina í gongd, og hvussu ‘street food’ í Bacalao kann gerast ein nýggjur miðdepil fyri matmentan í Føroyum – og eisini, nær ið dyrnar væntast at lata upp.

Vinnuforum 2025, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober kl. 13:00–15:30, savnar íverksetarar, vinnulívsfólk, myndugleikar og onnur áhugað saman á hvørjum ári til íblástur, orðaskifti og netverkan. Í ár verður serligur dentur lagdur á nýskapan, samstarv og kveikjandi søgur úr føroysku vinnuni.

Tiltakið er ókeypis, og tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið, sum skipa fyri.

Les meira og melda til á: www.hugskotid.fo/events/vinnuforum

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

11 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03