Ongi úrslit

Stórur vøkstur av ungum ukrainskum monnum í Danmark

Fleiri ungir ukrainskir ​​menn flýggja undan krígnum. Hetta kann møguliga verða í samband við eitt ferðabann, heldur ein serfrøðingur.

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 11:03

Beint nú fyrireikar Aarhus kommuna seg til, at 232 ukrainarar koma, harav 113  menn millum 18 og 22 ár.

Hetta er ein stórur vøkstur í mun til teir sjey ungu ukrainararnar, sum kommunan fekk í september.

- Vit eru ikki von við at hava hendan málbólkin. Tað er heilt nýtt fyri okkum, sigur Bine Jenshøj Elmose, leiðari á deplinum fyri arbeiðspláss og integratión í Aarhus Kommunu.

Útlendingastovan hevur kannað dreingirnir, og komandi tíðina fer kommunan at finna bústað, arbeiðspláss og møguliga útbúgvingar til ukrainararnar, sum eru komnir. Og við hesum nýggja bólkinum, eru nakrar øðrvísi treytir.

- Hesir ungu menninir koma við einari aðrari tilgongd enn kvinnurnar seinast í 30-unum við smábørnum. Tað koma nógvir einsamallir menn beint nú, og teimum tørvar eitt annað slag av bústaði enn kvinnurnar. Harumframt hava teir allir brúk fyri at hava starv ella eina starvsvenjing, sigur Bine Jenshøj Elmose.

Ferðabannið varð sett í gildi fyri at tryggja, at ungu menninir vóru tøkir til hertænastu. Teir kundu tó bert tvingast í ukrainska herin, tá teir høvdu fylt 25 ár. 

Og tað er júst óttin fyri at verða sendur í kríggj, sum ger, at allir hesir 22 ára gomlu dreingirnir koma til Danmark, metir serfrøðingurin.


Mest lisið hesa vikuna

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

20 tímar síðan

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Leiguíbúðir verða bygdar á Argjum og í Klaksvík

5. oktober kl. 14:39