Ongi úrslit

Stórur ójavni: Lønirnar hjá kvinnum eru nógv lægri enn hjá monnum

Kvinnur tjena nógv minni enn menn
Áki Bertholdsen
21. oktober kl. 14:28

Sum vit skrivaðu hendan dagin, eru 13,5 milliardir goldnar í lønum hetta seinast árið, frá oktober í fjør til í septembur í ár.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Men uppgerðin vísir eisini, at tað er rættiliga stórur munur á monnum og kvinnum, og at lønirnar hjá kvinnum eru munandi lægri enn hjá monnum.

Í roynd og veru er miðallønin hjá kvinnum næstan næstan ein heilan triðing lægri enn miðallønin hjá monnum.

Hagstovan sigur, at nú í  septembur tjentu føroyingar 36.983 krónur í miðal. Hetta er átta prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

Men í septembur tjentu kvinnur 30.007 krónur í miðal og tað eru heili 31 prosent minni enn miðallønin hjá monnum er.

Miðallønin hjá monnum var nevniliga 43.389 krónur nú í septembur.

Samstundis var miðallønin hjá monnum 9,2 prosent hægri í septembur í ár enn hon var fyri einum ári síðani.

Hinvegin var miðallønin hjá kvinnum 6,2 prosent hægri í septembur í ár enn hon var í septembur í fjør.

Men Hagstovan ger vart við, at í hesi uppgerðini hava tey ikki lagt upp fyri arbeiðstíðini. Tey hava rætt og slætt tikið lønina á monnum og kvinnum, og býtt tað við talið á monnum og kvinnum, sum hava fingið løn.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44