Ongi úrslit

Stórur munur á prísinum

Bíligast hjá Thomsen í løtuni

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Hjá Magn og Effo hava tey hækkað prísin umleið 1800 krónir fyri 1000 litrar av gassolju, síðani kríggjið byrjaði ímillum Iran og USA/Ísrael.

Thomsen, nýggjasti kappingarneytin sum byrjaði í 2019, er nú munandi bíligari at keypa frá.

8,84 krónir liturin kostar tað hjá teimun, meðan bæði Effo og Magn selja fyri 10,238 krónir fyri 1000 litrar.

Thomsen boðaði frá í tíðindunum á Kvf, at teir fylgja neyvt við prísinum allatíðina. Teir keypa so smærri partíir á spotmarknaðinum tá tað mest loysir seg. Soleiðis eiga teir olju til eina tíð frameftir, fyri ein rímiligan prís.

Thomsen væntar at prísurin hjá teimun fer at halda nakrar dagar, men væntar at tað fer ikki at halda leingi.

Tórhallur Thomsen, stjóri í felaginum sigur eisini at teir hava fingið heilt betýðiligt meira eftirspurning av gassolju hesa seinastu tíðina.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49