Tað er stórur munur á góðskuni, tá tað kemur til skundkanningar – tær sonevndu antigenroyndirnar – at finna koronusmittu.
Tað vísur ein kanning av 46 skundkanningum, ið eru góðkendar til danska marknaðin.
Tann besta skundkanningin vísti seg at vera Flowflex frá amerikanska framleiðaranum Acon, sum fangaði 94 prosent av teimum smittaðu.
Les meira: Stórur munur á góðskuni á skundkanningum
Í hinum endanum av stiganum er merkið Quidel Sofia SARS Antigen FIA (spýttkanning), ið fangaði bert 2,5 prosent av teimum smittaðu.
Hesi trý sløgini kláraðu seg ringast í kanningini:
* Quidel Sofia SARS Antigen FIA (spýttkanning): Fangaði 2,5 prosent av koronusmittu.
* Lituo COVID-19 Antigen Detection Kit Colloidal Gold (spýttkanning): Fangaði 12 prosent av koronusmittu.
* Elysium Sars-CoV-2 Antigen Rapid Test (spýttkanning): Fangaði 13 prosent av koronusmittu.
Framleiðararnir hava, sambært DR, sjálvir melda teirra vørur til kanningin, sum teir eisini hava verið við til at fíggja.
Hendan granskingin byrjaði í 2020, og tí kunnu aðrar vørur verið komnar á marknaðin, sum ikki eru við í kanningini – at finna útav, hvørjar skundkanningar standa seg best og hvørjar standa seg illa.
Keldur: Jyllands-Posten, DR, Hvidovre Hospital.