Leygarkvøldið var freistin fyri at søkja inn á Hægri Nám á Glási. Umsøkjararnir vóru 33 í tali, harav 17 teirra ynskja at byrja uppá Marknaðarførslubúskap, meðan 16 ynskja at taka yvirbygningin, sum nevnist Altjóða Handil og Marknaðarførsla.
Umsøkjararnir hava longu fingið boð, og tey flestu eru sloppin inn. Nøkur hava fingið játtan um upptøku, treytað av, at tey standa útbúgvingina, sum tey eru í gongd við frammanundan, í summar.
- Vit fegnast um, at so nógv hava søkt inn á hesar útbúgvingar. Hetta vísir góðan áhuga fyri at lesa víðari í Føroyum. Enn eru nøkur pláss tøk á útbúgvingunum. Vit taka í mesta lagi 24 lesandi inn í hvønn flokk. Vit hava tí valt at lata upptøkusíðuna vera opna í summar, men tað eru tey fyrstu egnaðu sum søkja, sum fáa tøku plássini, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.
Glasir hevur eisini parttíðar útbúgvingarnar HD, Diplomútbúgving í leiðslu og Akademiútbúgving. Har er freistin at søkja 15. august.