Tað er lítil ivi um, at Føroya størstu eplaveltur eru á Sandi, og her eru tað serliga Miðstovugarðurin og Uttastovugarðurin, báðir í Trøðum, sum hava flestu eplini og grøðina annars.
Umframt at seta niður nøkur tons av eplum á hvørjum vári, velta garðarnir eisini aðra grøði, sum eitt nú røtur, gularøtur og kál, men tað eru eplini, sum fylla mest í rúgvuni.
Á viðheftu myndum sæst, at garðarnir nú eru í holt við at gera sær velturnar klárar, og hetta eru veltur, tú neyvan sært í slíkari stødd aðrastaðni í Føroyum.
Men, tað eru ikki bara Miðstovugarður og Uttastovugarður, sum velta eplir á Sandi, tí tað eru eisini fleiri jarðeigarar og privatfólk annars, sum velta síni egnu eplir.
Miðstovugarður og Uttastovugarður skara framúr og hava í fleiri ár sæð grøðina sum eitt ískoyti til raksturin av bóndagørðunum, og hetta hevur tíbetur eydnast.
Gamalt var annars at seta eplir niður flaggdagin hin 25. apríl, men tað eru ikki øll, sum seta niður so tíðliga. Grøðin kann saktans roynast, um eplini koma í moldina væl seinni enn tað.
Tað er helst frá gamlari tíð, tá menninir fóru til skips, at eplini vórðu sett niður hin 25. apríl. Er talan er flagveltu, er vanligt, at eplini verða sett niður seint í apríl.
Moldveltan kann saktans setast niður nakrar vikur seinni.
Vandin við, at eplini verða sett niður tíðliga, er ókrútið, og er nógv ókrút, kann tað taka burtur av føðsluevnunum, sum eplini skulu hava fyri at veksa væl í moldini.
Vanligt er, at setepli verða løgd at næla í nakrar vikur, áðrenn tey verða sett niður. Tískil nærkast tíðin, at tú finnur tær eplini, sum tú ætlar at seta niður í vár.
Vegleiðingin hjá onkrum av teimum, sum selja setepli, er, at skilagott er at hava umleið 70 sentimetrar millum hvørt rað og umleið 30 sentimetrar millum hvørt setepli.
Vanligt er at taka eplini upp aftur fyrst í september – ella, tá slokkarnir eru følnaðir, og sjálvsagt er best at taka upp í turrum veðri, og tá tað ikki er ov kalt.
Veitarar av eplum plaga at hava fleiri ymisk sløg, men eplini, sum mest verða seld av í Føroyum, eru tey reyðu, oleva og tey hvítu, folva.
Ein orsøk til, at oleva selur so væl, er, at eplini bæði smakka væl og eru kend fyri at halda sær væl eftir, at tey eru tikin upp.
Vanliga verða seteplir seld í 25 kilo sekkjum, og tá eru eini 300-400 í hvørjum sekki, men hjá onkrum veitara kunnu fólk eisini keypa setepli í smærri nøgdum.