Stóribeiggi flongdi lítlabeiggja

Tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið í landsdystinum millum Danmark og Føroyar

Sigurjón Einarsson
7. oktober 2020 kl. 21:14

Danmark 4 – 0 Føroyar (4-0)

Áðrenn vinardystin í kvøld varð sagt, at føroyingar ikki sóu hendan dystin sum ein vinardyst, men at spælt varð, sum um stig vóru uppá spæl, men tað sást bara ikki aftur á vøllinum. Danir høvdu fult tamarhald á øllum dystinum.

Tað var serliga í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, at danir veruliga settu føroyingarnar uppá pláss.

Fyrsta málið kom eftir hornaspark, tá føroyingar ikki ruddaðu bóltin nóg væl burtur av vandaleið, og so kundi Andreas Skov Olsen leggja danir á odda 1-0, tá eitt skot varð rættað av og í málið. Tá vóru 22 minuttir leiktir.

Tá 27 minuttur vóru leiktir, legði Christian Eriksen teir reyðkløddu á odda 2-0 við brotssparki, ið Teitur Gestsson var nær við at bjarga. Brotssparkið, ið føroyingar góvu vekk, var púra óneyðugt. Føroyingar royndu at spæla bóltin úr egnum brotsteigi, men kloddaðu bóltin burtur, og so var Sonni Ragnar Nattestad áleið ein flúgvara ov seinur við einari takkling, sum gav brotssparkið.

Í 32. minutti bleiv tað 3-0, tá góð sending frá Martin Braithwaite fann framstormandi Joakim Mæhle, sum líka kundi finta annan miðverjan á reyvina og leggja bóltin trygt í málið aftanfyri Teit Gestsson.

Og beint áðrenn steðgin bleiv tað eisini til 4-0, tá eitt innlegg úr høgru fann ein púra frían Andreas Cornelius, sum bara skuldi seta pannuna á bóltin.

Føroyingar høvdu ein góðan málmøguleika í fyrra hálvleiki, men høgra stabbagrótið hjá Lava-manninum var kólnað.

Teir 207 áskoðararnir fingu tíbetur einki at fegnast um í seinna hálvleiki.

Liðini fingu hvør sín góða málmøguleika í seinna hálvleiki.

Kasper Schmeichel sparkaði illa út, og so kundi Hallur Hansson kanska havt roynt at skotið móti málinum, men valdi at spæla bóltin til Andreas Lava Olsen, ið tíverri gleið eitt sindur, og so spurdist ikki meira burturúr.  

Martin Braithwaite kundi havt lagt danir á odda 5-0, tá hann lættliga rann framum føroysku verjuna eftir innlegg, men høvdaði bóltin uppum.

Leygardagin spælir landsliðið aftur dyst, tá Lettland kemur á vitjan. Tá verður spælið – og serliga verjuspælið – vónandi betri.