Ongi úrslit

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

Kaj Leo í Bartalsstovu flytur nú úr Íslandi og aftur til Gøtu at búgva

Jonhard Hammer
22 tímar síðan

Dreymurin hevur altíð verið aftur at spæla við Víkingi, og nú kann tað vera, at dreymurin verður veruleiki.

Kaj Leo í Bartalsstovu vaks upp í Gøtu, og Víkingur var barndómsfelagið. Har spældi hann fram til og við 2013 og var í 2012 og 2013 við til at vinna steypafinalur ímóti EB/Streymi.

Síðani 2014 hevur Kaj Leo í Bartalsstovu spælt fótbólt uttanlands, men nú flytur hann aftur til Gøtu at búgva.

-Vit flyta heim síðst í hesum mánaðinum. Eg havi ikki skrivað undir sáttmála við Víking, men mær hevði dámað væl at enda fótbóltslívið í barndómsfelagnum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu úr Íslandi, har hann hevur búð síðani 2016. Umframt at spæla fótbólt hevur hann tikið útbúgving sum frisør.

34 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu spældi 102 landskappingardystir í bestu deildini og skoraði 23 mál, áðrenn hann í 2014 fór at spæla við Levanger í Norra.

Eftir ársskiftið í 2016 vakti tað ans, tá ið Kaj Leo flutti til Dinamo Bukaresti í Rumenia. Hann var fyrsti føroyski spælarin í rumenskum fótbólti. Tíðin í felagnum var bara fýra mánaðir. Tá var venjarin uppsagdur, og Kaj Leo flutti til íslendskan fótbólt, har hann síðani hevur spælt.

Hann spældi fyrst við FH og síðani ÍBV, sum hann var við til at vinna steypafinaluna við, og so flutti hann til Valur, sum hann í 2019 var við til at vinna meistaraheitið við.

Seinastu tíðina hevur Kaj Leo spælt við Njarðvík í næstbestu deildini.

Sambært FaroeSoccer hevur Kaj Leo í Bartalsstovu spælt 29 landsdystir og skorað eitt mál. Síðstu landsdystirnir vóru í november í 2022, tá ið Føroyar spældu vinadystir á útivølli ímóti Kekkia og Kosovo.

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

22 tímar síðan

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

Í gjár kl. 15:00

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04