Ongi úrslit

Stórfingnar Felagskonsertir við Tórshavnar Kamarkóri og Tarira

Tíðindaskriv
13. november kl. 21:00

Komandi viku verða tvær stórfingnar kórkonsertir við Tórshavnar Kamarkóri og Tarira í Fuglafjarðar kirkju, hósdagin 20. november kl. 19:30 og Hoyvíkar kirkju fríggjadagin 21. november kl. 19:30. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Tarira og Tórshavnar Kamarkór hava áður havt sera væleydnaðar felagskonsertir. Á vári 2021 framførdu kórini stóru verkini Dixit Dominus hjá Händel og Christ lag in Todes Banden hjá J.S. Bach. Í 2023 fóru kórini undir at venja Requiem hjá Duruflé og framførdu verkið og onnur smærri yndislig kórverk á heysti.

Í ár eru kórini farin undir Mass for Double Choir hjá Frank Martin. Stórbæra vakra messan var skrivað í árunum 1922-1926. Frank Martin hevði ikki tørv á at fáa messuna framførda alment, tí fyri hann var hettar eitt sera persónligt andaligt verk, sum hann hevði skrivað um relatiónina ímillum seg sjálvan og Gud, har inniligi einfaldleikin og stórfingni tónlistarligi bygnaðurin ganga hond í hond. Verkið lá í einari skuffu í 41 ár.

Í 1962 sá kórleiðarin hjá Bugenhagen-Kantorei í Hamburg, Mr. Franz W. Brunnert, at verkið var á einum verklista hjá Frank Martin og bað um at fáa eitt avrit, so hann kundi granska tað. Hettar førdi so til ta allar fyrstu framførðsluna av Mass for Double Choir á vári í 1963, heili 41 ár eftir at verkið var skrivað. Mass for Double Choir verður framført av høgt mettum kórum kring heimin.

Til konsertina í Fuglafjarðar kirkju framførir kórið satsirnar Kyrie, Sanctus og Agnus Dei. Harumframt fer kórið at framføra Miserere hjá James MacMillan, Agnus Dei hjá Samuel Barber og Her Sacret Spirit Soars og Sleep hjá Eric Whitacre.

Konsertirnar eru ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

19 tímar síðan

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

13 tímar síðan

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48