Tað er ein massiv luttøka av mótmælisfólkum í Aalborg, Aarhus, Odense og Keypmannahavn, sum eru funnin saman í mótmælisgongum fyri at stuðla Grønlandi.
Tíðindafólkini hjá TV 2 á staðnum siga millum annað, at so nógv fólk eru møtt upp, at ringt er at halda skil á.
Mynd: Tv2
Ein teirra, sum møtti upp til mótmælisgonguna í Aarhus, er Bula Larsen, sum er komin fyri at stuðla sínum landi og sínum fólki í Grønlandi.
Hon heldur at tað er sera rørandi at síggja, hvussu nógv fólk eru komin.
- Eg vóni, at hetta kann vera við til at vísa, at Grønland ikki bara kann takast av Trump, og at tað eru nógv, ikki bara í Danmark men eisini nógv onnur lond, sum stuðla okkum.