Ongi úrslit

Stór tokvanlukka í Norðsælandi

Fimm eru álvarsliga særd

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Ein stór tokvanlukka hevur verið í Norðursælandi í morgun. Tvey tok rendu frontalt saman við Helsingevej í Hillerød.

Tað upplýsir Martin Schmidt, rakstrarleiðari hjá tilbúgvingartænastuni í Keypmannahavn.

- Stóra tilbúgvingartoymið var sett út, og í minsta lagi 60 hjálparfólk vóru til staðar við vanlukkuna, legði rakstrarleiðarin afturat.

Sjjey sjúkrabilar, tveir neyðhjálparbilar, triggjir sjúkraflutningsbilar og ein neyðhjálparleiðari vóru á staðnum, umframt ein tyrla frá herinum.

Løgreglan í Norðursælandi upplýsir nú í tíðindaskrivi, at tað eru 18 særd eftir vanlukkuna, harav fimm enn álvarsliga. 37 fólk vóru teimun báðum tokunum.

Trygdarleiðarin hjá Lokaltog, Claus René Pedersson, upplýsir fyri TV 2, at tveir av teimum særdu í tokvanlukkuni millum Hillerød og Kagerup í Norðursælandi eru starvsfólk.

- Báðir okkara tokførarar hava fingið skaða og eru fluttir á sjúkrahús, sigur hann.

Claus René Pedersson kann ikki siga nágreiniliga hvat er hent teimum báðum, men sigur, at teir báðir hava ymisk sløg av brotum, eisini álvarslig.

- Teir eru ikki deyðiliga særdir, tað hava vit onga fráboðan fingið um, upplýsir trygdarleiðarin.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22 tímar síðan

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

Í gjár kl. 11:50

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Havnargentur eru danmarksmeistarar í íverkseting

21. apríl kl. 14:30