Ongi úrslit

Støkk vann Fimleikafagnaðin í ár

Vit gleða okkum longu til 2027

Jóhanna Højgaard
13 tímar síðan

Feløgini sum kappaðust við Støkk um heiðurin, vóru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið og Klaksvíkar Fimleikafelag. 

Um vinnandi felagið var sagt millum annað sagt:

- Framførslan vísti søgugongdina við rørslum, tónleiki og ljósi. Mest av øllum vísti hon evnið, sum var Vón.

Rannvá Troest er forkvinna í Støkk og vit spurdu hana nakrar spurningar. Ein teirra var hvussu tað følist at vinna hendan heiðurin?

- At venja til Fimleikafagnaðin er fantastiska stuttligt og gevandi fyri bæði fimleikarar og venjarar, sum sleppa at gera fimleik á ein øðrvísi hátt saman við íðkarum í øllum aldri. 

Fimleikafagnaðurin er annaðhvørt ár, men í Støkk gera vit fleiri átøk fyri at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. Eg kann m.a. nevna stóra Felagsliði hjá Støkk, sum samantvinnar allar fimleikagreinar í felagnum, og sum nú er í gongd fjórða árið á rað.

Harumframt hava vit seinnu árini luttikið við einum stórum breiddarliði á fimleikafestivalinum, Festival del Sole í Italia, og vit fara aftur til Italia í summar.

Hesi átøk, sum vit hava gjørt fyri felagsskapin, hava gjørt at áhugin fyri at røra seg er vaksin. Fleiri av okkara breiddarliðum eru vaksin munandi seinastu árini, so at vit nú eru umleið 1.000 virknir limir. 

Tó er Fimleikafagnaðurin heilt serligur við øðrvísi avbjóðingum. Her eru tað ikki bert fimleikarar og venjarar sum eru í sving, men hópin av hjálparfólki, ið m.a. gera búnar, smynka, eru teppihaldarar, seta ljós, gera tónleik og hjálpa við trygdini undir framførslunum, eitt nú uppi undir loftinum í Norðurlandahúsinum. 

Hóast tíðin frammanundan er rokmikil, so er tað skjótt yvirstaðið. At vinna Fimleikafagnaðin er altíð sera gott, men samanhaldið og felagskenslan er tann, sum vinnur á øllum. Eg rokni við at hetta er galdandi fyri øll tey luttakandi fimleikafeløgini. Hesar dagarnar verður fimleikurin onkusvegna heiðraður og eisini lyftur av framúr flottu kørmunum í Norðurlandahúsinum. 

Vit í Støkk eru sera glað fyri at vera við í Fimleikafagnaðinum og gleða okkum longu til 2027, sigur Rannvá at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

20 tímar síðan

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41