Ongi úrslit

Støðan í Miðeystri ávirkar sendingar av brævatkvøðum til løgtings- og fólkatingsvalið í Føroyum

Føroysku sendistovurnar og danska uttanríkisráðið kunnu ikki vissa fyri, at brævatkvøður úr londum, sum eru rakt av seinkingunum, náa at ferðast heim til fólkatingsvalið tann 24. mars og løgtingsvalið tann 26. mars

fmr.fo
1 tími síðan

Postveitingin til og frá miðeystri er seinkað, og í støðum steðgað, sum avleiðing av støðuni í miðeystri í løtuni. 

Føroyskir og danskir myndugleikar samstarva um at fáa brævatkvøður til ávikavist fólkatingsvalið og løgtingsvalið til og frá Føroyum og út í heim.

Føroysku sendistovurnar og danska uttanríkisráðið kunnu ikki vissa fyri, at brævatkvøður úr londum, sum eru rakt av seinkingunum, náa at ferðast heim til fólkatingsvalið tann 24. mars og løgtingsvalið tann 26. mars.

Hetta er galdandi fyri atkvøður til og frá londum í miðeystri, og møguliga lond í Asia, um posturin haðani skal ferðast umvegis londini í miðeystri.

Heitt verður á veljarar, sum eru staddir í londum sum eru rakt av støðuni í miðeystri, at greiða brævatkvøðu stundisliga, og helst áðrenn 13. mars 2026. Veljarar eru vælkomnir at greiða brævatkvøður eftir hesa freist, men líkindini fyri at brævatkvøðurnar náa heim til Føroya rættstundis verða tað lægri. 

Danska uttanríkisráðið og tær føroysku og donsku sendistovurnar í miðeystri eru farin undir at finna alternativar loysnir, og gera sítt ítasta fyri at tryggja, at so nógvar brævatkvøður sum gjørligt náa fram áðrenn ávikavist fólkatingsvalið og løgtingsvalið. 

Ert tú uttanlands og hevur spurningar um at greiða brævatkvøðu, skalt tú seta teg í samband við sendistovuna í landinum tú ert í.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

23 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49