Ongi úrslit

Stjórin í miðnámsskúlanum í Suðuroy hevur sagt upp

Hon hevur fingið nýtt starv, sum passar betri til hana

Áki Bertholdsen
3. sepember 2024 kl. 15:20

Miðnámsskúlin í Suðuroy skal hava nýggjan stjóra. Tað er greitt, nú stjórin, Rósa Heinesen, hevur sagt seg úr starvi.

Hon hevur annars ikki verið stjóri í meiri enn eitt hálvt ár, tí tað tað er ikki longri síðani enn í februar í ár at hon tók við starvinum.  Og hon fer úr starvinum tann 1. desembur.

Rósa Heinesen sigur, at tað liggur einki í tí, at hon fer úr starvi, uttan tað, at hon knappliga hevur fingið nýtt starv.

Tað er eitt starv, sum hóskar seg betri til hennara útbúgving, og privatu viðurskifti annars, enn starvið sum skúlastjóri í miðnámsskúlanum. 

Hon hevur útbúgving í altjóða viðurskiftum og nýggja starvið passar betri til tað útbúgvingina. Enn er ov tíðliga at siga, hvat starv talan er um, men hon sigur kortini, at tað er ikki í Suðuroynni, men norðanfjørðs.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

17 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

10 tímar síðan