Ongi úrslit

Stjórin á Sernámi gevst í starvinum - nýggjur fyribilsstjóri er settur

Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 16:44

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett eina broytingartilgongd í verk, fyri at fáa ein betri samanhang í sernámsfrøðiliga virksemið í undirvísingarverkinum og á dagstovnaøkinum og loysa avbjóðingarnar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á Sernámi.

Hann sigur í eini frágreiðing, at tað hava verið innanhýsis avbjóðingar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á Sernámi, sum arbeitt verður við at loysa.

Talan er um eitt virkisøkið, sum ofta er undir stórum trýsti, har loysnirnar í flestu førum ikki eru einfaldar og eyðsýndar. Eftir at hava viðgjørt støðuna eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið og stjórin seinastu 7½ árini, Margreth F. Olsen, komin ásamt um, at hon gevst í starvinum nú ein størri broytingartilgongd verður sett í verk.

Tóra Petersen er fyribils sett sum stjóri á Sernámi. Tóra Petersen er 49 ára gomul og útbúgvin sálarfrøðingur og PhD. Hon hevur seinastu árini arbeitt á Námi sum trivnaðarráðgevi í fólkaskúlanum, og verið í tøttum samstarvi við Undirvísingarstýrið og Barnaverkætlanina um fleiri verkætlanir.

Stjórin í Undirvísingarstýrinum fær saman við stjóranum á Sernámi uppgávuna at virka fyri einum betri samanhangi millum virksemið í fólkaskúlanum og á Sernámi. Nám verður eisini partur í hesi samskipanini. Atlit verður tikið til, at Sernám umframt virksemi í skúlanum eisini hevur virksemi á dagstovnaøkinum og á miðnámi.

Farið verður beinanvegin undir eina tilgongd at fáa innanhýsis viðurskiftini á Sernámi rættað upp í góðum samstarvi við starvsfólkini.

Virksemið heldur ótarnað fram á Sernámi og innan sernámsfrøðiliga øki í síni heild. Í tann mun, sum tillagingar mugu gerast fyri at fremja strategisku tilgongdina, verður hetta gjørt so skynsamt sum møguligt og í góðum samskifti millum partarnar. 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

23 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39