Av 20 teimum størstu partaeigarunumm í Bakkafrost, sum felagið upplýsir á heimasíðuni, eru fimm "veruligur eigarar" og 15 sonevndir "Nominee" ella "tilnevndir eigarar", har til dømis ein banki umboðar veruliga eigaran.
Størsti partaeigarin er norski Folketrygdfondet, sum eigur 8,76 prosent av partapeninginum. Tað gevur við ársins vinningsbýti 51,8 milliónir krónur.
Næststørsti eigari er stjórin sjálvur, Regin Jacobsen. Hann eigur 7,8 prosent, sum gevur 46,1 milliónir krónur í vinningsbýti hesaferð.
Triðistørsti partaeigari er mamma stjóri, og einkjan eftir fyrrverandi stjóran, Hans Jacobsen, hon eigur 7,77 prosent, sum gevur 45,9 milliónir krónur í ársins vinningsbýti.
Síðani koma 15 "nominees" ella tilnevndir eigarar, har til dømis ein banki umboðar ein veruligan eigara. Hesar eiga ímillum 0,9 og 3,9 prosent av partapeninginum og fáa ímillum 5,3 og 23 milliónir krónur í vinningsbýti.
Nummar 19 og nummar 20 á listanum eru ávikavist Verdiparpirfondet KLP Aksjenorge In, sum eigur 0,89 prosent og norski Verdipapirfondet DNB Norge, sum eigur 0,86 prosent. Teir fáa ávikavist 5,3 og og 5,26 milliónir krónur í part í vinningsbýti.
Her er listin við 20 teimum størstu partaeigarunum í P/F Bakkafrost:
Eigari | Land | tal partabrøv | Vinningsbýti | |||
1 | FOLKETRYGDFONDET | Ordinary | Norway | 5.182.092 | 8,76% | 51.820.920 |
2 | JACOBSEN, JOHAN REGIN | Ordinary | Faroe Islands | 4.611.217 | 7,80% | 46.112.170 |
3 | JACOBSEN, ODDVØR MARITA | Ordinary | Faroe Islands | 4.594.437 | 7,77% | 45.944.370 |
4 | State Street Bank and Trust Comp | Nominee | United States | 2.304.810 | 3,90% | 23.048.100 |
5 | Saxo Bank A/S | Nominee | Denmark | 1.837.874 | 3,11% | 18.378.740 |
6 | JPMorgan Chase Bank, N.A., London | Nominee | United Kingdom | 1.831.453 | 3,10% | 18.314.530 |
7 | RBC Investor services bank S.A. | Nominee | Ireland | 1.759.174 | 2,97% | 17.591.740 |
8 | J.P. Morgan SE | Nominee | Luxembourg | 1.611.450 | 2,72% | 16.114.500 |
9 | JPMorgan Chase Bank, N.A., London | Nominee | United Kingdom | 1.410.642 | 2,39% | 14.106.420 |
10 | JPMorgan Chase Bank, N.A., London | Nominee | United Kingdom | 1.357.302 | 2,29% | 13.573.020 |
11 | State Street Bank and Trust Comp | Nominee | United States | 1.100.300 | 1,86% | 11.003.000 |
12 | State Street Bank and Trust Comp | Nominee | United States | 1.008.406 | 1,71% | 10.084.060 |
13 | The Bank of New York Mellon SA/NV | Nominee | Belgium | 811.525 | 1,37% | 8.115.250 |
14 | CLEARSTREAM BANKING S.A. | Nominee | Luxembourg | 759.167 | 1,28% | 7.591.670 |
15 | SIX SIS AG | Nominee | Switzerland | 750.862 | 1,27% | 7.508.620 |
16 | State Street Bank and Trust Comp | Nominee | United States | 597.737 | 1,01% | 5.977.370 |
17 | Brown Brothers Harriman (Lux.) SCA | Nominee | Luxembourg | 592.348 | 1,00% | 5.923.480 |
18 | Credit Suisse (Luxembourg) S.A. | Nominee | Ireland | 530.177 | 0,90% | 5.301.770 |
19 | VERDIPAPIRFONDET KLP AKSJENORGE IN | Ordinary | Norway | 525.869 | 0,89% | 5.258.690 |
20 | VERDIPAPIRFONDET DNB NORGE | Ordinary | Norway | 509.770 | 0,86% | 5.097.700 |
Total shares of the 20 largest shareholders | 33.686.612 | 56,96% | 336.866.120 |