Ongi úrslit

Tikin fyri húsaófrið - og spýtti á løgreglufólk

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:11

Í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni til ein privatan bústað, har ófriður hevði tikið seg upp ímillum húsfólk.

Men tá ið løgreglan kom á staðið var persónurin, sum elvdi til ófriðin, stungin av.

Løgreglan fekk kortini fatur á viðkomandi á midnátt í gjørkvøldið, men viðkomandi var rættiliga fullur og ólátaður, so løgreglan tók hann við á støðina við tí endamáli at leggja hann í brummuna at sova rúsin av sær og at sissa seg aftur.

Men á støðini gjørdi hann støðuna verri fyri seg sjálvan tí tá spýtti hann á eitt løgreglufólk.

Úrslitið er, at maðurin er skuldsettur fyri harðskap ímóti løgreglufólki.

Hann varð settur í brummuna, og hann skal avhoyrast í morgun, og so verður hann leyslatin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47