Ongi úrslit

Profilur meldar seg úr Sambandsflokkinum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 20:39

Avgerðin hjá tveimum tinglimum fyri Sambandsflokkinum um at atkvøða fyri málinum um fría fosturtøku, kann vísa seg at verða ein dýr søga fyri flokkin

Fyrst boðaðu Áron Vest, sum var valevni til býráðsvalið í Klaksvík, frá, at hann meldaði seg úr Sambandsflokkinum.

Og nú hevur eisini Edvá Jacobsen, sum hevur umboðað Sambandsflokkin á Løgtingi í fleiri umførum, eisini meldað seg úr flokkinum. Hon hevur verið fast valevni hjá flokkinum hesi seinastu 20 árini og á seinasta løgtingsvali fekk hon 201 atkvøður.

Edvá Jacobsen sigur, at hetta var ein kensluborin avgerð at taka.

Men hon leggur afturat, at hon kann ikki annað.

– Tað gongur alt til eitt vist, men nú sigi eg stopp og eg verði ikki ein partur av flokkinum longur, sigur Edvá Jacobsen.

Annars hevur Sambandsflokkurin ta støðu, at í málum sum hesum, ið ofta verða kallað etisk mál, stendur tað øllum tinglimum frítt fyri at atkvøða sum tey vilja

Tað er Edvá Jacobsen greið yvir, Men hon staðfestir, at tað er so javnt í Løgtinginum um fosturtøkumálið og hon kann ikki góðtaka, at tinglimir úr Sambandsflokkinum skulu vera vera tey, sum hjálpa samgonguni at fáa málið um fría fosturtøku samtykt.

Mest lisið hesa vikuna

Kaotiskir tilstandir í Kastrup Lufthavn

22. sepember kl. 21:02

Misskilti syndabukkurin: Hví zionisma ikki skal samanberast við nazismu og islamismu

20. sepember kl. 12:44

Tað eru zionistarnir, sum royna at fyribeina Palestina - hettar er ikki nøkur loyna

22. sepember kl. 09:18

Profilur meldar seg úr Sambandsflokkinum

Í gjár kl. 20:39

Tikin fyri húsaófrið - og spýtti á løgreglufólk

21. sepember kl. 09:11

Frí fosturtøka: Sambandsfólk taka frástøðu frá síni egnu tingkvinnu

Í gjár kl. 09:36