Ongi úrslit

Frí fosturtøka: Sambandsfólk taka frástøðu frá síni egnu tingkvinnu

Tað hevur elvt til stóra ósemju í Sambandsflokkinum at Eyðdis Hartmann Niclasen er við at leggja uppskotið um fría fosturtøku, fyri Løgtingið
Áki Bertholdsen
24. sepember kl. 09:36

Vit eru hart ímóti at tingfólk í sambandsflokkinum, er við til at leggja málið um fosturtøku fram. Vit søknast eftir hvar floksdissiplin er.  

Tað sigur lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, í eini yvirlýsing í morgun,

– Vit meta, at hetta uppskotið hevur djúpar etiskar og samfelagsligar avleiðingar, og tí er tað týdningarmikið, at tað verður viðgjørt við virðing og ábyrgd, sigur Hans Kristian A. Abrahamsen, formaður í Samhaldi, sum hevur skrivað undir yvirlýsingina fyri felagið.

– Vit vilja hervið gera púra greitt, at vit taka frástøðu frá, at eitt tingfólk úr Sambandsflokkinum er við til at leggja uppskotið fram. Við hesum verður tað greitt, at Sambandsflokkurin er beinleiðis viðvirkandi til at leggja uppskotið fram – og hetta góðtaka vit als ikki.  

– Hetta samsvarar ikki við tey virðir og ta verju av lívinum, sum vit í Samhald halda eiga at standa sterkt í føroyskum politikki. 

Samhald stendur fast við lívsvernd og virðir, sum byggja á ábyrgd, umsorgan og samfelagsliga samkenslu, sigur felagið.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44