-Eg eri fegin um at siga frá, at USA og Iran hava havt sera góðar og gevandi samrøður seinastu tveir dagarnar, um eina fullfíggjaða og totala loysn av okkara fíggindaskapi í Miðeystri, skrivar forsetin millum annað, sambært Tv2.
Hann skrivar víðari, at steðgurin í fyrstu atløgu fer at vara í fimm dagar:
- Í hesum djúphugsandi, nágreiniligu og konstruktivu samrøðunum, sum halda fram alla vikuna, havi eg givið verjumálaráðnum boð um at steðga øllum hernaðarligum álopum móti iranskum virkjum og orkukervi í fimm dagar, meðan bíðað verður eftir úrslitinum av ágangandi fundum og samrøðum.