“Nær er man symptomfríur? Er ein tipt nøs at meta sum symptom, sum ger, at eg kann smitta onnur?”
“Hvussu leingi kann tað ganga frá tí, at ein er smittaður, til ein gerst sjúkur?”
“Kann man blíva smittaður aftur av Omikron eftir ein mánað?”
Spurningar um korona hava og eru enn nógvir, og tað hava verið nógvir spurningar spurdir síðan 22. September í 2020, tá Facebook-bólkurin “Spyr ein lækna um korona” sá dagsins ljós.
– Upp á hálvtannað ár hava verið omanfyri 2.500 uppsløg, 5.500 kommentarir og 25000 reaktiónir inni á bólkinum, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, ið er ein av sjálvbodnu læknunum, sum í sínari frítíð hevur svarað spurningum frá fólki um koronu.
Bólkurin bleiv av fyrstan tíð gjørdur, eftir at læknar í Føroyum fingu íblástur av tí danska bólkinum “Spørg en læge om coronavirus”, ið danir hava tikið sera væl ímóti, og tað sama kann sigast um føroyska bólkin.
Men nú takkar bólkurin, sum í skrivandi stund hevur yvir 6.400 limir, fyri seg – í øllum førum fyribils.
– 28. februar verður tann seinasti dagurin vit taka ímóti spurningum, samstundis sum tær seinastu koronaavmarkingarnar verða tiknar av. Um tað verður so, at muran í farsóttini aftur broytist, fáa vit eitt nú fáa eitt verri frábrigdi, so kann tað vera at vit fara at taka hendan bólkin fram aftur, stendur at lesa í eini fráboðan á Facebook-bólkinum.
Teir sjálvbodnu læknarnir skriva, at tað er ikki tí, at heimsfarsóttin er av, at bólkurin nú letur aftur, men korona er tann sama hóttanin í dag, sum tað var fyri tveimum árum síðan.
– Tað er fyrst og fremst koppsetingini at takka, men eisini orsaka av, at frábrigdið, sum vit hava nú (Omikron, red.) ikki elvir til eins ringa sjúku, sum Delta-frábrigdið gjørdi. Tað hevur gjørt, at landsins myndugleikar hava avgjørt, at taka allar koronuavmarkingar av so líðandi.
– Túsund takk fyri allar spurningarnar og túsund takk til tykkum, sum hava lisið við. Vit læknar hava verið sera glaðir fyri hendan bólkin, og glaðir, at fólk hava tikið so væl ímóti honum. Vónandi verður tað ikki aftur neyðugt við einum slíkum bólki eina aðru ferð, skriva teir sjálvbodnu læknarnar, Marnar, Gunnhild, Guðrun, Jeaneth og Ronja, sum dúgliga og dag og dagliga hava svarað spurningum frá fólki um korona.