Ongi úrslit

Spurningurin er um TB fer at klára tað - fyri fyrstu ferð í níggju ár

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Leygardagin, sjálvan flaggdagin, verður finaludagur í flogbólti. Tá hittast kvinnuliðini hjá Mjølnir í Klaksvík, og TB á Tvøroyri, í steypakappinhi í flogbólti.

Finalan verður í høllini við Tjarnir klokkan 14 leygardagin, men dyrnar verða lætnar upp klokkan 13 við ymsum undirhaldi, og øðrum.

Hetta er fyrstu ferð, at steypafinalurnar í flogbólti verða í høllini við Tjarnir.

Flogbóltssambandi sigur, at við sigri á Mjølni í steypafinaluni 2002 steðgaði TB sigursrøðini hjá klaksvíkingum, sum høvdu vunnið finaluna undanfarnu tvey árini.

Hetta gjørdist byrjanin til glæsiligasta tíðarskeiðið hjá TB, sum vann fýra av fimm steypafinalum frá 2002-2006 umframt føroyameistarheitið í 2002.

Síðani hevur verið longri ímillum tey heilt góðu úrslitini hjá TB - eitt føroyameistaraheiti í 2015 og eina steypakapping vann felagið í 2017, men síðani hevur TB ikki verið í nakrari finalu; hvørki FM- ella steypafinalu, sigur flogbóltssambandið.

Men nú er TB loksins aftur í eini finalu, og aftur hesa ferð er tað Mjølnir, sum stendur hinumegin netið - júst sum í 2002.

Og aftur hesa ferð er tað Mjølnir, sum er verandi steypavinnari, men spurningurin er um TB klárar at taka steypið frá teimum.

Flogbóltssambandi sigur, at sum tað hevði gingið hjá TB í landskappingini, varð ikki mett, at tær skuldu røkka heilt í ffinaluna.

Men tá ið TB fyrst vann 3-0 á KÍF, og síðani 3-0 á SÍ, sum júst hevði vunnið føroyameistaraheitið, vóru tær brádliga favorittur at vinna á Fleyr í hálvfinaluni síðsta leygardag. Og hóast fimm sett skuldu til, stóð TB royndina og spældi seg í sína fyrstu finalu í níggju ár.

Men mótstøðan hjá TB verður tó munandi harðari í finaluni leygardagin, har Mjølnir má metast at vera tað sterkara liðið. Her verður serliga hugsað um, at Mjølnir vann allar landskappingardystirnar ímóti TB 3-0.

– Gaman í hevur TB tikið seg munandi fram, síðani ukrainska, Yevheniia Prykhodko, og kolumbiska ,Karol Hernandez, komu á liðið eftir ársskiftið, sigur Flogbóltssambandið.

Men so seint sum 7. mars vann Mjølnir landskappingardystin móti TB 3-0 við teimum báðum á liðnum, tó at annað sett endaði 30-28.

Haraftrat tapti Mjølnir bara tveir dystir í landskappingini - tann allar fyrsta dystin, sum var ímóti Fleyr og tann allar síðsta, sum var ímóti SÍ.

– At so Mjølnir haraftrat tapti báðar FM-finalurnar fyri SÍ, var ein strika í rokningini, men í Klaksvík hildu tey, at Mjølnir átti meira í sær, enn víst var í FM-finalunum.

– Tað fær Mølnir høvi at vísa leygardagin, sigu Flogbóltssambandið.  

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Halda at tað er pallsett

17 tímar síðan

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

23 tímar síðan

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10