Daily Mail skrivar, at Vladimir Putin í november sendi ein av sínum ovastu generalum til Venesuela saman við hermonnum, sum hava til uppgávu at venja herdeildirnar hjá Nicolás Maduro.
Avdúkingin kemur samstundis, sum USA framvegis er í ferð við at savna saman eina risa hernaðarliga nærveru í økinum, og at Trump umhugsar á leypa á.
Var tað ikki nóg mikið, hevur Putin eisini sent herskip – møguliga yvir í Karibiska Havið.
Kyrlo Budanov, generalloytnantur úr Ukraina, hevur sagt, at Oleg Makarevich, russiskur oberstur, stendur á odda fyri russisku Equator Task Force.
Hetta er ein bólkur upp á fleiri enn 120 herfólk, sum venja venesuelska herin í øllum – líka frá infanteri-taktikki til dronunýtslu.