Ongi úrslit

Spenningur til seinasta minutt í Vestmanna

StÍF vann tætta dystin í Vestmanna

Dan Lamhauge
19. sepember 2021 kl. 18:45

StÍF hevur lagt væl frá landi í Burn kappingini hjá monnum. Í fyrsta dystinum spældi liðið javnt móti Kyndli, men í dag megnaðu teir at vinna á VÍF, sum annars hevur meldað út, at teir ætla sær greipuna í ár.

Martin Danielsen, sum vegna skaða sat á bonkinum hjá StÍf allan dystin, heldur, at tað var ikki so stórur munur á liðunum.

-Í seinna hálvleiki fara vit út at mansverja Filip Jojic, og tað stressar teir í VÍF, og teir blaka fleiri bóltar burtur. Tað straffa vit væl, samstundis sum Eli Gærdum í málinum “steingir” málið, heldur hann.

Tá ein minuttur restaði í, var støðan javnleikur 30-30, og dysturin kundi koppa báðar vegir.

-Tá er gott við royndum leikarum, og vit hava Svein Justinussen. Hann skoraði tídningarmikla málið til 31-30.

Endaliga úrslitið gjørdist 32-30 til StÍF.

Toppskjútti í dystinum við 10 málum gjørdist ein stórspælandi Pætur Johansen.

Støðan í Burn deildini við monnum:

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

17 tímar síðan

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

Í gjár kl. 15:00

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04