Seinasta innandurakappingin í bogaskjóting fyri jól var í Søldarfirði um vikuskiftið. Leygardagin skutu U12 og U16, og her var luttøkan í lakara lagi. Ikki allir bólkar vóru umboðaðir, og í fýra av teimum, sum vóru umboðaðir, var talan um einsamallar skjúttar.
Tískil vunnu Emma Aura Hammer, Tambar, Juda Petersen, Ørvur, Marta B. Poulsen, Ørvur, og Narvi E. B. Jensen, Ørvur, gull uttan dyst í avikavist bólkunum U12 berbogi gentur, U12 recurve dreingir, U16 compound gentur og U16 compound dreingir. Juda Petersen megnaði tó at seta sítt persónliga met, tá hann fekk 480 stig í sínum innleiðandi og endaliga umfari.
Hjá U12-dreingjunum við berboga dystaðust Bárður V. Johannesen úr Ørvi og Magnus Mortensen úr Tambum, og hjá báðum var talan um fyrstu kappingina. Bárður er hálvt annað ár eldri enn Magnus, og helst var tað tað, sum sást aftur í duellini, tí Bárður vann innleiðandi kappingina sannførandi og finaluna 6 – 0.
Hjá U16-dreingjunum við berboga dystaðurs Arthur V. Olsen og John Brynjer á Skúr, báðir úr Tambum, og eisini her var talan um sannførandi úrslit – Arthur vann innleiðandi kappingina greitt og finaluna 6 – 0.
Hjá U16-dreingjunum við recurveboga vóru eisini bara tveir skjúttar, Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti og Pauli Viderø Johannesen úr Ørvi. Her vann Jón Sjúrður finaluna 6 – 0, eftir at hann eisini hevði vunnið innleiðandi kappingina.
Metstórur compound-bólkur
Eisini sunnudagin vóru fleiri av bólkunum rættiliga fámentir.
Í U18 vann recurve-skjúttin Brandur T. Hansen, Tambar, gull uttan kapping, men hjá compound-dreingjunum fekk Jónas B. Poulsen úr Ørvi hesa ferð kapping frá liðfelaganum Narva E. B. Jensen, sum stillaði upp í ikki færri enn trimum compound-bólkum hetta kappingarvikuskiftið – hjá U16 leygardagin og hjá U18 og seniorum sunnudagin. Jónas vann U18-finaluna 549 – 547.
Amy við Rætt úr Ørvi var einsamøll recurve-kvinna og vann tí gull uttan kapping. Hjá recurve-monnunum kappaðist U18-gullvinnarin Brandur ímóti Hans Peturi Petersen, Tambar, og Brandur vann finaluna 6 – 0 og harvið sítt næsta gullheiðursmerki sunnudagin.
Vóru hinir bólkarnir fámentir sunnudagin, som var Compoundbólkurin hjá monnunum aftur fyri metstórur. Eitt avboð var tó komið, men Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti, gjørdi av at kappast við monnunum, eftirsum hon var einsamøll compound-kvinna, og U18-skjúttarnir Jónas og Narvi kappaðust eisini saman við teimum vaksnu.
Tískil vóru níggju compoundskjúttar frá byrjan, og eftir innleiðandi kappingina mátti ein áttandapartsfinala skjótast millum teir báðar, sum fingu minst í innleiðandi kappingini, Steinmund Klakkstein úr Tambum og Jónas.
Jónas vann áttandapartsfinaluna 137 – 134, og í fjórðingsfinaluni møtti hann pápa sínum, Jóannesi Poulsen úr Ørvi, sum vann 146 – 137. Meira javnt gekk á í fjórðingsfinaluni millum Aleksandur Leitisstein úr Ørvi og Jógvan Niclasen úr Tambum, men endin var, at Aleksandur vann 145 – 144. Nikkel Petersen úr Ørvi vann sína fjórðingsfinalu 148 – 140 ímóti Anju, og Kaj Johannesen úr Ørvi vann sína 146 – 134 ímóti Narva.
Jóannes vann greitt 150 – 141 í hálvfinaluni ímóti Aleksandur, men í hálvfinaluni millum Nikkel og Kaj var háspenningur. Tá teir 15 pílarnir vóru skotnir, stóð á jøvnum 142 – 142, og í shoot-off raktu báðir 9’aran. Nikkel var tó nærri miðjuni og tryggjaði sær tískil annað finaluplássið.
Bronsufinalan millum Kaj og Aleksandur bleiv var eisini spennandi, men Kaj hevði munin og vann 141 – 140.
Gullfinalan var eisini rættiliga jøvn, og endaliga úrslitið, 148 – 146 til Jóannes, vísir, at báðir vóru sera neyvir.
Nú verður steðgur í innandura vetrarkappingini til vikuskiftið 10. – 11. januar, tá kappast verður í Miðvági.