Nú er tað greitt, at Spania verður annað liðið í finaluni í EM endaspælinum, sum sunnudagin verður í Berlin. Tað var greitt í kvøld, tá ið Spania í München vann 2-1 ímóti Fraklandi.
Spania eigur liðið, sum higartil í kappingini hevur víst besta fótbóltsspælið, meðan Frakland fyri tað mesta hevur lagt dent á trygt verjuspæl.
Í kvøld var tað tó Frakland, sum legði seg á odda, tá ið níggju minuttir vóru farnir. Kylian Mbappé legði innfyri úr vinstru, og við handara stólpa var tað Randal Kolo Muani, ið Mbappé inntil nú hevur verið liðfelagi við í PSG, sum stakk seg upp og stýrdi bóltin í málið.
Næstu løtuna var tað ógvuliga undirhaldandi, og tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hevðiSpania bæði javnað og lagt seg á odda.
Spania var leikliga omaná, og Lamine Yamal úr Barcelona, sum leygardagin hevur 17 ára føðingardag, javnaði við framúr skoti, tá ið hann úr 21 metrum so at siga potaði bóltin upp í málkrókin.
So tevjaði Spania blóð og lítla løtu seinni var 2-1 til Spania. Dani Olmo fekk fatur á bóltinum eitt sindur til høgru í brotsteiginum. Hann smekkaði til og umvegis beinið á mótstøðumanni fór bólturin í málið, og Dani Olmo hevði skorað fyri triðju ferð í hesum EM endaspælinum.
Í seinna hálvleiki spenti Frakland álopsbogan og Kylian Mbappé vann seg til onkran heilt góðan møguleika, men hann var ikki so neyvur í royndunum ímóti málinum, sum hann plagar at vera, og so endaði tað við 2-1 sigri til Spania.
Spania vann HM finaluna í 2010 og EM finalurnar í 1964, 2008 og 2012. Í annaðkvøld fara Ongland og Holland at spæla um at vinna seg í EM finaluna. Uttan mun til um tað verður Ongland ella Holland, so fer Spania ivaleyst at verða roknað at vera favorittur at vinna finauna.